Skráin fyri Mentanardagarnar, sum verða í Sunda kommunu í døgunum 9.-18. september 2021, er nú klár, og skráin er eisini tøk á heimasíðuni hjá kommununi á sunda.fo. Ein snotuligur faldari verður eisini borin út til øll húski í Sunda kommunu í vikuskiftinum.
Mentanardagar í Sunda kommunu er eitt afturvendandi tiltak, har dentur verður lagdur á virkisandan og mentanina, ið sprettur í økinum.
- Fyrr í summar bjóðaði kommunan øllum, sum høvdu hug og áræði, at skipa fyri tiltøkum, at koma við sínum ískoyti til skránna. Tað er tí borgarum og felagsskapum í kommununi at takka, at vit aftur í ár kunnu bjóða eina sera rúgvusmikla skrá við hópin av størri og smærri tiltøkum - í nærum øllum bygdunum í kommununi.
Í Sunda kommunu vísa tey á, at á skránni fyri mentanardagar eru eitt nú fleiri listaframsýningar, framløgur og fyrilestrar, barnatiltøk og familjuhugni, spákingartúrar og hagatúrur við frásøgufólki, tónleikur, hugnaløtur og mangt annað. Roynt hevur verið at miðjað breitt, so okkurt er til allar aldursbólkar og áhugamál.
- Øll tiltøkini eru ókeypis, siga tey í Sunda kommunu í dag.











