Flakavirkið hjá Føroya Fiskavirking í Miðvági stendur fyri eini størri útbygging. Reinskerilinjurnar skulu skiftast út.
Føroya Fiskavirking hevur keypt fýra flakalinjur frá einum virki hjá Findus í Hammerfest, sigur Meinhard Jacobsen, stjóri á Føroya Fiskavirking.
Talan er um brúktar, men kortini rímiliga nýggja linjur, sum eru í goðum standi, sigur hann.
Ein linja er sett upp á Føroya Fiskavirking í Havn, og hon er í gongd. Ein er um at vera klár í Vestmanna, og hinar báðar verða fyrst í komandi ári settar upp í Miðvági.
Reinskeringarhøllin á virkinum í Miðvági skal ruddast, og nýggjar rennur skulu gerast í gólvið, eins og nýtt eisini verður lagt á gólvið, áðrenn maskinurnar verða settar upp, greiðir Meinhard Jacobsen frá. Hvussu langa tíð hetta arbeiðið fer at taka, veit hann ikki reiðiliga at siga. Heldur ikki er nakar ávísur dagur ásettur enn til at fara í gongd. Men tað verður, sum skilst, helst beint eftir jól.
Tað er so, at tey fegin vilja hava alla útgerðina liggjandi púra klára at taka inn á virkið. Einki við at standa og bíða eftir onkrum smátingi, tá tað skal brúkast. Til tess er tíðin ov kostnaðarmikil.
Talan er um linjur, sum eru betri útgjørdar enn tær, sum í dag eru á virkinum. Ikki tí at tey ætla undir nakra nýggja framleiðslu, sigur Meinhard Jacobsen. Men tey vænta at fáa størri úrtøku burtur úr tí, tey gera, tá nýggju linjurnar eru setta upp.
Hann heldur ikki, at tað eru so øgiliga nógvir møguleikar at gera nýtt burtur úr teirri rávøru, fiskavirkini í Føroyum fáa. Vørurnar eru kendar og fara eisini í framtíðini at verða tær somu í stóran mun. Tí soleiðis vil kundin hava tað. Matur er ikki mótavøra, men rættiliga siðbundin, staðfestir stjórin á Føroya Fiskavirking.
Okkurt av tí, sum nú verður gjørt á virkinum i Miðvági, er eftir krøvum frá heilsuførðiligu myndugleikunum, og okkurt er vanligt viðlíkahald og nútímansgerð, sigur Meinhard Jacobsen, stjóri á Føroya Fiskavirking.
Hann sigur, at linjurnar, sum keyptar vórðu úr Noreg, vóru keyptar fyri ein rímiliga prís. Hvussu nógv tað var, vil hann ikki siga, uttan at tað var ein rímiligur handil fyri Føroya Fiskavirking.
Føroya Fiskavirking í Miðvági fekk her fyri nýggjan virkisleiðara. Tað er Ólavur Poulsen úr Vatnsoyrum. Hann sigur, at enn er ikki avgjørt, um arbeitt verður í jólavikuni. Tað velst um, um tey verða liðug við tað, sum kemur inn afturat hesa vikuna. Tey arbeiða hýsu á virkinum, sigur hann. Hon verður skorin i portiónir og fryst. Hýsa er vøra, sum vanliga verður seld til Bretlands.
Nú árið er farið at halla, fara ymsu virkisleiðslurnar at hyggja at, hvussu að royndist.
Meinhard Jacobsen, stjóri á Føroya Fiskavirking, sigur, at hann veit ikki reiðiliga enn, hvussu úrslitið fyri árið verður.
Hann væntar eitt yvirksot, sigur hann. Men einki soleiðis at skriva heim um, sum hann tekur til.