Virkin prestur við 70 yrkingum

Hóast hann komandi ár fer um tey seksti, heldur tað ikki Vágapresti, David Johannesen aftur í at skriva, bæði prædikur, sálmar – og eisini skaldsøgu. Nú er nýtt yrkingasavn latið úr hondum hansara

Miðvágur: At presti dámar væl at skriva, hevur hann onga orsøk at dylja.

David Johannesen hevur áður ríkað mentanarlív okkara við nógvum sálmum, lestrum og søguligum tilfari.

Og nú hevur hann gjørt tað enn einaferð.

Herfyri kom út eitt yrkingasavn, ið ber heitið »70 yrkingar«. Av hesum eru 60 sálmar og 10 sangir.

- Mær dámar sera væl at yrkja, sigur vágaprestur.

Yrkingasavnið er útgivið á forlagnum »Vón« í Miðvági.


Skaldsøga

Tá sagt verður at talan er um eitt nýtt yrkingasavn, so er hetta bert partvíst rætt:

Fyri júst 10 árum síðani kom nevniliga hetta sama yrkingasavnið út undir sama navni. Tá varð savnið vígt minninum um Ejvind Vilhelm, biskupi sála.

Nú verður hetta yrkingasavnið givið út aftur við ávísum rættingum og broytingum í tekstinum. Allir hesir 60 sálmarnir og 10 yrkingarnar eru yrktar til løg, sum í stóran mun eru kend millum sangarar.

Umframt hetta yrkingasavnið, sum er tað fimta í røðini, hevur David eisini fyri stuttum givið út eina bók um trúbótarmannin mikla, Martin Luther.

Ikki nóg mikið við tað, tí David hevur nevniliga eina aðra spennandi ætlan, sum nú skal førast út í lívið:

- Eg ætli mær at skriva eina skaldsøgu sum skal koma út komandi ár.

- Hetta verður ein skaldsøga, har spurningarnir í tilveruni hjá menniskjuni skulu lýsast, sigur David Johannesen.