Sofus Poulsen er virkin listamaður.
Hann er dúgligur við penslinum. Hann hevur í seinastuni havt fleiri framsýningar.
Hann fevnir víða í málningalist síni, men eittnú landslagsmyndir eru millum myndevnini.
Av tí, ið Sofus nýliga hevur havt á framsýning sæst, at sum mangur annar, hevur eisini Sofus leitað sær íblástur í Saksun, eins og aðrastaðni í Føroyum. Eisini Havnin gevur íblástur og sæst hetta aftur í myndunum hjá Sofusi. Hann hevur starvsstovu Úti á Reyni og gamli býarparturin og vágirnar eru millum myndevnini.
Í gjár lat Sofus Poulsen upp listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Sýningin er opin til 2. apríl.
Opið er hvønn dag frá 16 - 20.