Virkin í 150 ár

Elsti handil í landinum varð stovnaður ólavsøkudag 1865.

H. N. Jacobsens bókahandil hevur í ár verið virkin í 150 ár. Hans Niklái Jacobsen (1832-1919), sum handilin eitur eftir, byrjaði virksemið sítt longu í 1854, tá ið hann var afturkomin út Keypmannahavn, har hann hevði lært at binda bøkur inn.

Sum tíðin leið heittu fólk á hann um at skriva eftir bókum fyri seg úr Danmark. Í september 1864 gjørdist hann limur í danska bókahandlarafelagnum og í november sama ár loysti hann handilsbræv hjá sorin­skriv­aranum. Bókahandilin var stovnaður ólavsøkudag í 1865 og seldi umframt bøkur pappír og tapet.

Hans Niklái Jacobsen var eisini fyrsti bókaútgevari í Føroyum, og fyrsta útgávan var ein kvæðaútgáva, brúð­ar­vísan “I ærlige Brude­folk giver på Agt”, sum kom út í 1870. Hon varð prentað í Keypmanna­havn, eins og annað hann gav út: Færøsk Kirketidende og bøkurnar hjá soninum, Jakob Jakobsen, dokt­ara: Færøsk Sagn­historie, Diplomatarium Færoense-Føroyskt fodnbrævasavn og Poul Nolsøe, lívssøga og irkingar. Í 1927 fekk H. N. Jacobsens bókahandil sær prentsmiðju, sum prentaði bøkur, bløð og annað líka til 2004.

Í hesum sambandi skipar H. N. Jacobsens bókhandil fyri eini kvæðaráðstevnu. Ráðstevnan er skipað sum samstarv millum bókahandilin, Fróðskaparsetrið, Listasavnið og Norðurlandahúsið. Samstundis sum bókahandilin fyllir 150 ár, fylla Fróðskaparsetrið 50 ár og Listasavnið 25 ár.

Ráðstevnan verður hildin í Norðurlandahúsinum frá týsdegnum 21. juli til hósdagin 23. juli. Mánakvøldið 20. juli verður móttøka í bókhandlinum.

Endamálið við ráðstevnuni er at seta ljóskastaran á kvæðini og dansin. Tey verða lýst og viðgjørd í norðurlendskum og evropiskum høpi. Harumframt verða fyrilestrar um hetlendskt kvæði, um hvussu avgerandi mentanarskifti í samfelagnum sæst í miðaldarkvæðum, um aldur á kvæðum og um dans – føroyskan dans og aðrar framførslu verða við rótum í kvæðamentan. Kvæði og dansur eru eisini myndlistaevni, og framsýning verður í Listasavninum.