Sum kunnugt samtykti danska stjórnin um vikuskiftið kreppuhjálparpakka til danska bankakervið. Tá ið vit umrøddu hjálparpakkan her í blaðnum mánadagin, var bjartskygni stórt í politiska umhvørvinum í Danmark. Stjórnin hevði fingið til vega eina loysn, ið fevndi um 35 milliardir danskar krónur, sum skuldu leggjast í grunn til tess at tryggja peningin hjá donskum og harvið eisini føroyskum innlánarum.
Eitt aðalendamálið við hjálparpakkanum var at endurskapa álitið millum bankarnar, heimligar so væl sum útlendskar. Tiltakið skuldi eisini tryggja, at tann skipan við sínamillum lánum, ið er ein fortreytin fyri nútímans bankavirsksemi, skuldi fara í gongd aftur. Henda skipan var mestsum steðgað upp, og bankarnir vóru givnir við at tryggja hvørjum øðrum gjaldføri. Men hóast tað nú eru liðin trý samdøgur, síðan politiska semjan varð gjørd, so sæst einki tekin til bata í donsku fíggjarskipanini. Tá keypskálin í Keypmannahavn læt upp í morgun, fullu partabrævakursirnir framvegis. Tað eru serstakliga bankapartabrøvini, sum fella og hetta merkir, siga eygleiðarar, at álitið ikki er endurskapað enn. Hetta vísir seg eitt nú við, at danskir bankar hava torført við at lána pening uttanlanda, og gevur hetta bankunum gjaldføristrupulleikar.
Í øllum hesum hurlivasanum hevur danski tjóðbankin hækkað rentuna, og hetta gjørdi, at privatu peningastovnarnir alt fyri eitt fylgdu eftir. Rentuhækkingin er komin óvart á danir. Kundar eins væl og peningastovnar høvdu roknað við, at eitt óbroytt rentustøði var ein fortreytin fyri hjálparpakkanum. Men danska krónan kom undir trýst, orsakað av lutfalsliga lága rentustøðinum, og peningurin byrjaði at renna út av landinum móti londum við hægri rentustøði.
Hóast hjálparpakkin sostatt enn einki hevur bøtt um støðuna hjá peningstovnunum, so eru avvarandi danskir myndugleikar bjartskygdir. Teir halda seg vita, at ein orsøkin til, at hjálparpakkin enn ikki er farin at virka, er, at útheimurin ikki fær álit á danska fíggjarmarknaðin, fyrr enn Fólkatingið hevur samtykt ta lóggávu, ið skal til fyri at fáa trygdarskipanina at virka. Tað fara við øðrum orðum at ganga einir fjúrtan dagar, til vit fáa at vita, um heilivágurin hjá stjórnini, Javnaðarflokkinum, SF og teimum radikalu fer at virka. Vit her í Føroyum hava alla orsøk til at ynskja, at krepputiltakið hjá donsku stjórnini fer at virka, tí okkara peningastovnum stendur í boði at fara uppí nýggju trygdarskipanina, og vit eru partur av alheims kervinum. Politiskur meiriluti tykist vera fyri neyðugu lóggávuni, ið er komin á tingborð. Her er borið skjótt at, og so er bert at vóna, at fíggjarliga óndarveðrið ikki rakar okkum. Vit fingu okkara í nítiárunum og tola illa enn eina kreppu.