Virkin foreldur at skúlabørnum hittast

Aðalfundur í foreldrafelagnum Heimi og skúla verður í Hoyvíkar skúla leygardagin 17. november kl. 13-15 Endamálið við foreldrafelagnum er at styrkja samstarvið millum skúlaforeldur sum heild, soleiðis at tey fáa betri møguleikar til at vera við til at menna føroyska skúlan.

Á fundinum fer Anna Dalsgarð, ráðgevi, at greiða frá týdninginum av, at børnini trívast í skúlanum, og hvussu vit steðga happing. Nevndin leggur fram ársfrágreiðing og uppskot til nýggja reglugerð fyri felagið. Vit kjakast um framtíðar mál hjá felagnum, og vit skulu finna eina 5-mannaða nevnd at mynda felagið næsta árið.

Aðalfundurin verður hildin fyri limum í felagnum, sum eru øll foreldraumboð í skúlastýrum kring alt landið. Eisini eru foreldur at børnum í fólkaskúlanum og miðnámsskúlum vælkomin at tekna seg sum lim í felagnum við at senda felagnum ein teldupost.

Felagið heitir á fólk um at boða frá luttøku áðrenn týsdagin, við at senda ein teldupost til ein av nevndarlimunum. Spurningar, viðmerkingar ella ynskir til skránna kunnu somuleiðis sendast við telduposti til ein av fyriskiparunum.

Í nevndini sita: Lis Mortensen, forkvinna (lis.mortensen@skulin.fo), Marni Tyril, nevndarlimur (marni.tyril@kallnet.fo) og Gudny Hentze, skrivari (utbingar@post.olivant.fo)

Sí annars upplýsingar á heimasíðuni: www.heimogskuli.fo