Virkið spælilið í Kaldbak fingið prógv

Í Kaldbaks skúla hava tey havt eitt sera virkið Spælilið hetta skúlaárið - hetta skrivar kommunan á torshavn.fo

Næmingar í bæði 6. og 7. flokki hava eina ferð um vikuna alt skúlaárið skipað fyri ymsum spølum fyri teirra yngri skúlafelagum. 

 

Skipanin hevur nú virkað í 10 ár. Endamálið við Spæliliðnum er at fáa næmingar at røra seg meir og verða kropsliga virknar. Dentur verður lagdur á at fáa teir yngru næmingarnar at spæla í skúlagarðinum í fríkorterunum.

 

Tað eru nakrir av eldru næmingunum, sum skipa fyri, teir eru úr í 6./7. flokki. Hesir hava lært, hvussu teir kunnu standa fyri hesi uppgávu.

 

Ein partur í uppgávuni hjá Spæliliðnum er eisini at bøta um trivnaðin, og tað gera tey fyrimyndarliga við at skipa fyri aktivitetum í fríkorterunum, sum teir yngru næmingarnir kunnu taka lut í.

 

Á samkomu í Bowlinghøllini í morgun handaði borgarstjórin teimum sjey næmingum úr Kaldbaks skúla prógvini.