Virkið kór byrjar nýtt sangár

Eitt tað virknasta kórið í Føroyum seinastu árini - Eystanljóð - byrjar nú sítt 28. sangár.

Eitt tað virknasta kórið í Føroyum seinastu árini - Eystanljóð - byrjar nú sítt 28. sangár.

 

Eystanljóð er heimahoyrandi í mentanarríku Eysturkommunu og hevur øll árini verið ein partur av mentanarlívinum í Leirvík og Gøtu.

 

At seta sær høg tónleikalig mál hevur seinastu árini verið eitt eyðkenni fyri virkið kórsins.

 

Nevnast kann, at Eystanljóð undan páskum í ár - saman við tónleikarum og solistum - framførdi gitna Requiem hjá Mozart í Gøtu kirkju og í Vesturkirkjuni.

 

Eystanljóð venur týskvøld klokkan 19.30 í gamla Føroya Banka við Gøtugjógv, og kórleiðari í ár eins og trý tey seinastu árini er Leif Hansen.

 

- Nýggir sangarar eru vælkomnir í kórið, sum hevur sína fyrstu venjing týskvøldið 16. september, verður sagt úr Eysturkommunu.

Viðhefta mynd av Eystanljóð er frá konsert í Vesturkirkjuni langafríggjadag í ár. Tað er Inga G. Klemensen, sum eigur myndina.