Virkið Filmhús á Vestaru Bryggju

Síðani Filmshúsið lat dyrnar upp á fyrsta sinni er nógv virksemi sett í verk og fleiri fólk eru løgst afturat filmsvinnuni. Ætlanin var, at Filmshúsið bæði skuldi standa á odda fyri at førleikamenna filmsumhvørvið, menna filmsgerð, filmsmentan og filmsvinnuna í Føroyum í síni heild.

 

Tina í Dali Wagnar, ið er dagligur leiðari í Filmshúsinum sigur, at seinastu tíðina hevur Filmshúsið serliga lagt dent á førleikamenning av filmsvinnuni við at skipa fyri skeiðum og fyrilestrum. Talan er um skeið innan allar uppgávur í einari framleiðslu. Afturat hesum verður dentur lagdur á at røkka øðrum yrkisbólkum, eitt nú rithøvundum, teknikarum og sjónleikarum tó altíð í samstarvi við filmsfólkunum.


Síðani Filmshúsið varð sett á stovn, eru fleiri fyrispurningar komnir uttan úr heimi frá framleiðslufeløgum, ið forvitnast eftir at upptaka í Føroyum. Tina í Dal Wagner hevur tikið stig til eina heimasíðu, har lokalar tænastur og upptøkustøð eru skrásett, umframt kunning um afturberingaskipanina. 

 

##med2##


Í oktober verður skipað fyri skeiði í leiklistafrøði. Tað er handritahøvundurin Lasse Lyed Rasmussen ið undirvísir. Tina í Dali Wanger greiðir frá, at Lasse L. Rasmussen er útbúgvin handritahøvundur frá Danska Filmsskúlanum og hevur verið partahøvundur á einari rúgvu av sjónvarpssendingum m.a. The Rain, GidselstagningenBackstage, Arvingerne og Dicte. Til ber at lesa meira um skeiðið og virksemið sum heild á heimasíðuni hjá filmshúsinum.


Filmshúsið

##med3##

 

##med4##