Siðvenja hevur verið, at tøgn valdar, meðan sakin verður viðgjørd.
Í tíðindasending hjá Kringvarpinum týskvøldið, vaskar forkvinnan Siri Stenberg hendur um søguliga dýru politiskt ásettu kanning, sum hon sjálv og landstýrismálanevndin, hevur høvuðsábyrgdina av.
Eg havi ikki biðið um nakra kanning, havi av somu orsøk fingið játtað løgfrøðin sum hjásitara. Tó er forkvinnan greið í síni niðurstøðu um ábyrgd. Tað hevur hann, sum hevur fingið okkum út í hesa støðuna, (má sjálvsagt skiljast sum landstýrismaðurin í innlendismálum Kári P. Højgaard).'
Víðari sigur forkvinnan í Landstýrismálanevndini. "Hendan kanning vísir, at tað kostar at hava eitt ábyrgdarleyst stýri."
Til útsøgnina frá Bill Justinussen, at Løgtingið átti at viðgjørt mál um setan av kanningarstjóra er svarið, at tað metir hon ikki, tí neyvan hevði ikki fingist ein meiriluti av løgtingslimunum fyri hesi kanning ?????
Landstýrismálanevndin innkallaði landstýrismannin í Innlendismálum til hoyringar um Eysturoyartunnilin hósdagin 15. august 2013. Frá kl. 9.40 til 11.15 gav landstýrismaðurin frágreiðing um gongdina í Tunnilsmálinum og svaraði øllum spurningunum frá nevndarlimunum. Tá liðugt var spurdi eg, hvat nú fór at henda. Forkvinnan svaraði, at nevndin fyrst fór nevndin at viðgera málið og at eg hoyrdi aftur einaferð í komandi viku.
Í tíðindasending á døgurða og seinni sendingum sama dag, segði forkvinnan, at hennara støða var, at hetta var eitt álvarsmál sum skuldi takast upp, men at nevndin fyrst skuldi viðgera málið
Sum øllum kunnugt, so metti Joen Magnus Rasmussen ikki, at tað var rætt at seta ein kanningarstjóra. Ein meiriluti í nevndini, Siri Stenberg og Eivind Jacobsen kravdi/heitti á løgtingsformannin, at fáa kanningarstjóra settan, tað gjørdi løgtingsformaðurin í tveimum umførum.
Landstýrismálanevndin hevur orðað arbeiðssetningin frá a til z, eingin annar hevur havt møguleika at ávirka málið. Higartil hevur kanningin kosta 2,6 mió, helst verður hendan upphædd tvífaldað, tá kanningarúrslitið er greitt.
Hvør gjørdi rætt og hvør gjørdi skeivt, verður væntandi klokkuklárt í niðurstøðuni av kanningini hjá Hans Gammeltoft Hansen, vónandi áðrenn komandi løgtingsval.










