At Svøríki longu í innleiðandi umfarinum reyk úr EM-endaspælinum, kann kosta bæði ítróttarliga og fíggjarliga. Svensk hondbóltsfólk stúra fyri, at tá Svøríki um eitt ár er vertur fyri HM-endaspælinum í Malmö, Lund, Göteborg og Skövde, fer hetta at speglast aftur í viknandi áhuga og atgongumerkjasølu. Vánaliga EM-úrslitið í Eysturríki kann eisini koma at ganga út yvir styrkimetingina.