Seinastu tíðina hava fleiri lesarabrøv, sum hava snúð seg um føroyskan havbúnað og umhvørvið, verið í føroysku miðlunum, har spurningurin verður reistur, í hvønn mun myndugleikar og vinnan hugsa um umhvørvi.
Nú svarar Havbúnaðarfelagið aftur.
- Myndugleikarnir hava sum heild væl skipaðar mannagongdir, og havbúnaðarfyritøkurnar ganga høgt uppí, at krøvini, sum myndugleikarnir seta, verða fylgd bæði væl og virðiliga.
Havbúnaðarfelagið skrivar, at tað er gott, at privatir felagsskapir og privatpersónar geva sítt íkast til umhvørviskjakið, men fýlist á, at okkurt av tí, sum hevur verið ført fram, byggir á misskiljingar og illa undirbygt uppáhald. Tí heldur Havbúnaðarfelagið tað vera neyðugt, at at koma við nøkrum rættleiðingum.
Havbúnaðarfelagið vísir á, at øll, ið fáast við havbúnað, skulu hava eina umhvørvisgóðkenning, og at regluligar botnkanningar veða gjørdar. Harumframt skulu fyritøkurnar hava prógv um, at tær eru burðardyggar og taka atlit til umhvørvisavbjóðingar.
Havbúnaðarfelagið vísir á, at føroyskur havbúnaður einans nýtir heilivág, tá djóralækni metir tað vera neyðugt, og at tað ikki verður nýttur antibiotika í framleiðsluni.
Samanumtikið er ávirkanin frá havbúnaðinum á umhvørvið avmarkað, serliga um samanborið verður við aðra matvøruframleiðslu. Føroyskur havbúnaður hevur sum heild eina burðardygga framleiðslu av einari sunnari matvøru, og arbeiðir hvønn einasta dag við at seta nýggj mál fyri burðardygdina.