Virkandi stjórin í Kringvarpinum verður fyribils deildarleiðari

Kári Sólstein verður nú virkandi mentanarleiðari

Fyrrverandi virkandi stjórin í Kringvarpi Føroya, Kári Sólstein, er nú virkandi mentanarleiðari. 

 

Barbara Samuelsen fer úr starvi sum mentanarleiðari í dag, og Kári Sólstein tekur tí við starvinum fyribils, váttar Kári Sólstein fyri in.fo í dag. 

 

Tað verður søkt eftir nýggjum leiðara, og Kári Sólstein skal røkja sessin sum deildarleiðari í mentan, inntil nýggjur leiðari verður settur.

 

Í dag boðaði Kringvarp Føroya frá, at nýggjur stjóri varð settur av stýrinum í Kringvarpi Føroya. Nýggi stjórin er Ivan Henzte Niclassen, sum tekur við stjórasessinum mánadagin. Tí tekur Kári Sólstein eisini við nýggja starvinum beinanvegin, men øll tey formellu viðurskiftini eru ikki komin ígjøgnum enn, sigur hann.

 

Les eisini: Her er nýggi stjórin í Kringvarpinum