Ávirkan á føroyska samfelagi


 

Eyðun Elttør

landsstýrismaður við oljumálum

Eftir tríggjar leitiboringar er staðfest, at olja í týðandi mongdum er at finna í føroysku undirgrundini. Fyristøðufelagið skal næstu 8 mánaðirnar gjøgnumganga rúgvusmikla tilfarið, sum er fingið til vega frá hesi boringini, áðrenn greitt verður, um talan kann vera um ein lønandi fund.

Nú er tíðin so komin, at farast skal í holt við at kanna hvørja ávirkan ein framtíðar oljuvinna kann fáa á føroyska samfelagið. Fleiri ferð er funnist at Oljumálastýrinum og mær sjálvum fyri bert at fokusera upp á loyvisgevan og loyvistreytir og ikki hugsa um, at henda nýggja vinna, um hon gerst nóg stór, kann fáa týðandi ávirkan á okkara samfelag og mentan.

Hetta er eitt sjónarmið, sum eg ikki eri samdur í. Eg havi alla tíðina hildið fast um, at tá vit vita um olja finnist í undirgrundini, skulu vit taka næsta stig, sum er at kanna, hvørja ávirkan oljuframleiðsla kann fáa á okkara samfelag. Hetta tí eg meti, at ongin grund er at seta slíkar kanningar í verk, um vit ikka fáa brúk fyri teimum. Harumframt ganga minst 5 ár, frá tí at ein kolvetnisfundur er sagdur at verða rakstrarverdur, til framleiðsla kann byrja, og tað meti eg gevur okkum góða tíð at kanna, hvørja ávirkan hetta nýggja virksemið kann fáa fyri Føroyar og okkum, sum her búgva.

Higartil hava vit lagt eitt forkanningarskeið afturum, og hava flutt okkum inn í fyrsta árið av leitiskeiðnum. Frá byrjan var sagt, at forkanningarvirksemið bert í lítlan mun fór at merkjast í Føroyum. Frá 1993, tá føroyska økið var latið upp fyri forkanningum, hava nógv seismikkskip og onnur kanningarfør verið í føroyskum sjógvi. Av og á hava skipini lagt til bryggju í Føroyum fyri at proviantera ella skifta manning, annars hava vit ikki merkt nógv til hetta virksemið. Fiskimenn gjørdu tó vart við at seismikkvirksemið til tíðir forðaði teimum í at útinna teirra virki. Hetta var sjálvandi tikið í størsta álvara av oljumyndugleikunum, og í 1998 gjørdist eitt ítøkiligt úrslit av hesi klagu ein fráboðanarskipan, sum Vaktar- og Bjargingartænastan umsitur. Kanningarførini skulu sambært hesi skipan hava eitt føroyskt fiskiveiðiumboð umborð, sum hevur ábyrgd av dagliga at boða frá virkseminum hjá skipinum. Henda skipan, har útróðramennirnir kunnnu ringja inn til ein sjálvvirkandi telefonsvarara, hevur víst seg at virka heilt væl, og tað eri eg glaður fyri.

Tá Oljuráðleggingarnevndin í 1997 legði fram álitið »Fyrireiking til Oljuleiting« mælti hon til, at nýta tíðina áðrenn útbygging og framleiðsla fóru í gongd til at kortleggja, hvørja ávirkan oljuvinna kundi væntast at fáa á føroyskt samfelagslív og mentan. Hetta arbeiðið skuldi gerast fyri at tryggja, at ein møgulig ávirkan á samfelagið kundi lagast til okkara egnu virði og stavnhald og fyri at kunna seta í verk tiltøk, sum forða fyri møguligum óhepnum avleiðingum. Oljuráðleggingarnevndin legði tó afturat, at eitt samfelag sum tað føroyska, sum hevur grundfest sína tilveru á eitt so skiftandi vinnugrundarlag sum fiskiskap og útflutning av fiskaúrdráttum, má væntast at kunna umsita stórar broytingar og ávirkanir uttaneftir.

Oljumálastýrið hevur við eitthvørt møguligt høvi undirstrikað, at virksemið í leitiskeiðnum, sum skjøtul varð sett á í summar, fór at verða avmarkað. Tó fór at verða nakað meira virksemi enn undir forkanningarskeiðnum, m.a. vegna kravið í kolvetnislógini um føroyska luttøku.

Tá lógin um fyrsta loyvisumfar varð skrivað, var mett um, hvørjar avleiðingar virksemið í samband við fyrsta loyvisumfar kundi fáa fyri sigling, fiskiskap og aðrar vinnur, umframt náttúru-, umhvørvis- og onnur samfelagsáhugamál. Harumframt var eisini mett um, í hvønn mun virksemið fór at geva íkast til búskap og arbeiðsvinnu.

Arbeiðsbólkar vóru settir at meta um hesi viðurskifti. Tað er ikki møguligt í hesi grein at útgreina viðmerkingarnar, sum vóru gjørdar, men tær kunnu lesast á heimasíðuni hjá Oljumálastýrinum, www.oms.fo. Í stuttum vóru niðurstøðurnar til øll økini, at í einum leitiskeiði fór virksemið at vera so avmarkað, at ávirkanin var mett at vera lítil og ongin.

Tá tosað verður um árinskanningar og serliga tær sokallaðu komparativu greiningarnar, haldi eg, vit mugu hugsa okkum væl um. Alt gott um at hygga eftir hvørja ávirkan oljuvinnan hevur havt á onnur smá samfeløg og læra av royndum aðrastaðni. Men øll lond, fólkini sum har búgva, og skipanirnar sum har eru galdandi hava síni egnu eyðkenni, sum til eina og hvørja tíð eru avgerandi fyri, hvussu t.d ein nýggj vinna kann ávirka land og fólk. Vit kunnu ikki uttan víðari føra royndirnar frá einum landi til eitt annað.

Eitt annað, sum vit hoyra ferð eftir ferð, er, hvussu oljuídnaðurin broytti t.d Stavanger og Aberdeen í sjeytiárunum. Ja í sjeytiárunum. Nú eru vit í eini aðrari øld, vit eru øll heimsborgarar í eini globalari verð. Vit kunnu ikki samanbera Noreg og Skotland, sum tá vóru næstan fátæk bóndasamfeløg, við Føroyar í dag, og vit kunnu heldur ikki samanbera olju-cowboyarnar, sum tá komu frá Texas og øðrum statum har á leið, við ta altjóða arbeiðsstyrkina, sum í dag myndar oljuídnaðin.

Hóast vit liggja einsamøll úti í Altantshavinum, eru vit eitt moderna samfelag við góðum sambandi við umheimin. Vit eru eitt vælútbúgvið fólk, sum ferðast nógv, og fylgja við í alheims rákinum. Vit eru á ongan hátt eitt avbyrgt samfelag, sum fer at verða rent um koll, tí útlendingar við fremmandum máli og siðum koma til Føroyar at liva og arbeiða í nøkur ár. Eg haldi heldur hinvegin, at føroyska samfelagið og vit føroyingar høvdu havt gott av at uppliva, hvussu onnur fólkasløg liva og eru. Ikki bara tá vit fara í teirra lond at vitja í eina viku ella tvær, men tá tey eru boðin at búgva millum okkum. Á tann hátt høvdu vit kunnað fingið eitt samfelag, sum var meira fordómsfrítt, tá um onnur fólkasløg ræður. Tí í dag eru vit ofta skjót at døma fólk, sum ikki uppføra seg, sum vit halda, tey eiga at gera. Londini rundan um okkum eru vorðin fleirmentað samfeløg. Vit hoyra sjálvandi um teir trupulleikar, sum tað gevur, men um vit læra av teirra royndum, trúgvi eg, vit kunnu klára ta avbjóðing, sum hetta eisini er.

Eg havi fyrr skotið upp í landsstýrinum, at ein arbeiðsbólkur eigur at vera settur at kanna, hvussu ein árinskanning skal skipast. Tá var avgjørt, at ein slík kanning náttúrliga hoyrir heima í Mentamálastýrinum, og nú er tíðin komin, at vit skulu í holt við hetta arbeiði av álvara.

Sum eg havi sagt fleiri ferðir, er ein framtíðar oljuvinna ein stórur møguleiki fyri okkara samfelag og menningina av tí. Higartil hevur tað víst seg, at tær forsøgnir, sum vit hava havt um ávirkan frá oljuvirkseminum, hava hildið. Nú eru vit á veg inn í eitt nýtt skeið, og sjálvandi skulu vit vera ansin, tí henda nýggja vinnan kann føra árin við sær, sum vit ikki ynskja. Vit mugu hinvegin vera so mikið at okkum komin, at vit seta tær treytir fyri virkseminum, sum vit halda eru neyðugar, til tess at stýra tí. Um vit nýta henda møguleika á ein skilagóða hátt, kunnu vit eisini stýra tí ávirkan, sum oljuframleiðsla fer at hava á føroyska samfelagið.