Hesin segði millum annað, at Atlantic í dag ikki virkar fyri at forvinna pening, men einans fyri at rudda FaroeJet av vegnum, soleiðis at eingin kappingarneyti aftur fer at royna seg á Føroyarutuni.
- Flogferðsla snýr seg ikki einans um at forvinna pening. Men eg haldi, at ein og hvør, sum dugir at lesa ein roknskap, sær, at Atlantic hevur roynt at hava ein sunnan rakstur nú í nógv ár.
- Hesi árini hava vit altíð virkað undir teimum karmum, sum eru givnir, og fyri okkum hevur tað ikki havt týdning, um kappingarneytin hevur itið Maersk, DAT ella FaroeJet, er einasta viðmerkingin, sum Magni Arge hevur í til útsagnirnar, sum í gjár vórðu førdar fram.