FB-Ráðstevnan
Á ráðstevnuni, sum Føroya Banki skipaði fyri á Hotel Føroyum undir heitinum, "Avbjóðingar fyri føroyska fiskaframleiðslu", hevði landsstýrismaðurin, Bjørn Kalsø, eina av teimum seks framløgunum á áhugaverda fundinum.
Ráðstevnan setti serliga sjóneykuna á lønsemistrupulleikarnar hjá okkara fiskavirkjum og viðgjørdi spurningin, hvørjar møguleikar vinnan hevur at menna kappingarevnini mótvegis teimum londum, vit kappast við.
"Fiskapakkin"
Í byrjanini av síni framløgu, nýtti landsstýrismaðurin høvi at takka Føroya Banka fyri tiltakið, sum hann helt vera viðkomandi og aktuelt í hesum tíðum, nú gongdin í stórum pørtum av vinnuni ikki júst er so positiv, sum hon hevur verið.
- Eg vil siga, at bankin hevur verið heppin við "timingini", tí júst í morgun havi eg latið landsstýrinum og samgongulimum tann sonevnda "fiskapakkan", har lagt verður upp til ymiskar broytingar, bæði í lógum og kunngerðum, ið hava við sølu og innviging av fiski at gera.Bjørn Kalsø tók til, at talan er um ein pakka við blandaðum "bommum".
Hann segði, at málið við "fiskapakkanum" er at fáa eina skipan, ið gevur føroyskum fiskavirkjum møguleika at bjóða upp á føroyska fiskin ? altso fiskin undan Føroyum, umframt tað, sum kemur undan Íslandi.
- Vit ætla, at henda skipan samstundis skal tryggja, at skipini fáa ein prís fyri vøruna, sum er góður og í samsvari við evropeiskan marknaðarprís. Í stuttum merkir hetta, at vit vilja tryggja, at marknaðarplássið í størri mun enn higartil er í Føroyum. Haraftrat er málið at tryggja, at størri gjøgnumskygni verður í skipanini við sølu av fiski.
Landsstýrismaðurin segði, at skuldi hann gera eina niðurstøðu um hesi viðurskifti fyri sjálva framløguna, snýr málið seg um kapping á jøvnum føti og gjøgnumskygni.
Vinnan ikki samd
Bjørn legði dent á, at broytingarnar, sum landsstýrið nú leggur upp til, skulu viðgerast politiskt, og tí kundi hann ikki fara út í smálutir við øllum pørtum. Tí vildi hann bara í høvuðsheitum siga, hvørjar ætlanir liggja í kortunum.
Hann legði eisini dent á, at hetta eru ætlanir, og tískil kann roknast við, at samgonguflokkarnir hava ymiska áskoðan á hesi viðurskifti. Haraftrat hava vinnufeløgini ikki fingið uppskotini til viðgerðar enn, og tí kann endaliga úrslitið gerast eitt sindur øðrvísi enn tað, sum fyriliggur.
- Eg hevði vónað at fingið eitt tilmæli um hesi viðurskifti frá eini samdari vinnu ? og vinnufeløgini hava fleiri ferðir lovað mær eitt samt tilmæli. Men í september góvu tey endaliga upp, tí tey kortini ikki kundu semjast. Bjørn segði, at umboðandi ein liberalan flokk, hevði hann helst viljað sloppið undan at gjørt reglur, ið hava sum mál at skipa marknaðin.
- Men tá ið vinnan ikki kann semjast, er neyðugt við politiskum átøkum.
Hann segði seg vóna, at tað fer at eydnast at skipa hesi viðurskifti, soleiðis at javnvág verður millum áhugamálini hjá keyparum og seljarum.
Óvirkaður fiskur
Landsstýrismaðurin vísti á, at føroysk skip hava áralanga siðvenju at avreiða uttanlands, kanska serliga í Bretlandi, men síðan vit av álvara fóru undir flakaframleiðslu, hevur parturin, sum verður avreiddur uttanlands, tó ikki verið so ovurhonds stórur.
- Siga vit, at fiskiskapurin við Føroyar tey góvu árini seinast í 90?unum og fram til 2002, var 135.000 tons, eru tey 17.000 tonsini, sum fóru óvirkað av landinum í 1999, sløk 15% av samlaðu veiðini. Hesum kundu eftir øllum at døma allir partar liva við. Vit kunnu siga, at hetta er ein "ventilur", sum er við til at tryggja, at føroysk virkir merkja kappingina frá umheiminum, soleiðis at tey vita, hvørjum tey eru uppi ímóti. Vit kunnu eisini siga, at fiskurin, sum fer óvirkaður av landinum, er við til at tryggja ein betri avreiðingarprís í Føroyum.
Men, segði landsstýrismaðurin:
- Siga vit, at veiðan í 2002 eisini var 135.000 tons ? ja, so eru tey umleið 44.000 tonsini, sum fóru óvirkað av landinum, vorðin til ein triðing av samlaðu veiðini.
Hann vísti á, at hóast fiskiskapurin minkaði í 2003, øktist parturin av óvirkaðum fiski alsamt.
- Nú kunnu vit siga, at óvirkaði fiskurin, sum fer av landinum, av álvara er vorðin ein samfelagstrupulleiki, tí virkini í Føroyum fáa ikki nóg mikið av rávøru. Tey fáa trupulleikar við rakstrinum, og arbeiðsloysið veksur.
Bjørn Kalsø helt fyri, at er tað soleiðis, at føroysku virkini als ikki klára seg í kappingini, er ikki nógv at gera við tað - annað enn yvir eina tíð at betra um kappingarførið.
- Tað, sum vit kunnu gera nakað við beinanvegin, er at tryggja, at kappingin um føroyska fiskin í størri mun fer fram í Føroyum, soleiðis at marginalur prísmunur ikki er orsøk til, at fiskur fer óvirkaður av landinum.
Broytingarnar
Bjørn helt fyri, at ætlaðu broytingarnar kanska ikki fara at gera tann heilt stóra munin, men ætlanin er, at lógin um vinnuligan fiskiskap skal hava eina greiðari heimild til landsstýrismannin at avmarka beinleiðis landingarnar uttanland.
Hann segði, at í framhaldi av lógarbroytingini er ætlanin, at nýggja kunngerðin um treytir fyri avreiðing í Føroyum og uttanlands fer at minka um ta nøgd, ið kann avreiðast beinleiðis uttanlands. Somuleiðis er ætlanin at broyta revsingina fyri brot á kunngerðina, soleiðis at sektað verður við bót heldur enn fiskidøgum.
- Á henda hátt koma øll fiskifør at verða javnstillað, og eitt nú kunnu djúpvatnstrolarar og garnabátar, sum ikki eru undir fiskidagaskipanini, frameftir eisini revsast, um størri partur - enn ásett í kunngerðini ? verður avreiddur uttanlands. Kunngerðin kemur somuleiðis at gera greitt, at undir kunngerðina koma avreiðingar av allari veiðu, tó ikki pelagiskum fiskasløgum, sum eru veidd í føroyskum ella íslendskum sjógvi av fiskiførum, sum eru skrásett í Føroyum.
Bjørn segði, at landsstýrið ætlar, at øll veiðan skal um eina innvigingarskipan í Føroyum, og fyrsta sølan av veiðini skal fara fram í Føroyum, tó við undantaki fyri ta nøgd, sum loyvd verður at selja beinleiðis uttanlands.
- Fyri at koma einum parti av proformasølunum til lívs, verður ásett, at tað er fiskifarið við fiskiloyvi eftir lógini um vinnuligan fiskiskap, ið bjóðar fiskin út og fiskur, ið skal flytast óvirkaður av landinum, skal seljast um uppboðssølu.
Landsstýrismaðurin segði, at ætlanin er í fyrstu atløgu at gera tvær broytingar í løgtingslógini um uppboðssølu.
- Vit ætla at fáa eina greiða heimildaráseting, sum loyvir landsstýrinum í kunngerð at greina treytirnar, ið skulu lúkast fyri at fáa góðkenning sum uppboðssøla ella uppboðssøluhaldari. Kunngerðin um uppboðssølu skal eisini presisera, at gjaldast skal kontant við hamarslag, bæði tá ið selt verður á gólv- og telefonuppboðssølu.
Bjørn segði, at Fiskimálaráðið ætlar í hesum sambandi at arbeiða víðari við ymiskum spurningum kring uppboðssølur, sum stundir ikki hava verið at tikið upp hesaferð.
Hann segði, at eitt nú verður neyðugt at skipa eitt betri eftirlit við, at uppboðssølutreytirnar verða hildnar.
- Í løgtingslógini um almenna uppboðssølu er ætlanin at strika ásetingina um, at "Bert tey, sum eru búsett í Føroyum ella feløg, skrásett í Føroyum, kunnu bjóða á uppboðssøluni".
Landsstýrismaðurin segði, at ráfiskaseljarar hava lagt stóran dent á, at kappingin um føroyska fiskin er ov lítil, og nú verður so lagt upp til, at kappingini í størri mun fer fram í Føroyum. Samstundis verður neyðugt at tryggja seljarunum tann møguleika, at útlendskir keyparar kunnu keypa á eini føroyskari uppboðssølu.
Hann helt, at verður henda broytingin ikki gjørd, kann vandi verða fyri, at virkini frameftir fáa fiskin uttan veruliga at bjóða ein prís, sum er kappingarførur, um sammett verður við londini uttanum okkum.
Støddarskiljing
- Nógv hevur verið tosað um, at Føroyar umvegis heilsufrøðiligu avtaluna við ES hava skyldu at støddar- og góðskuskilja fisk. Men eftir at hava kannað hetta nærri, eitt nú umvegis føroyska ES-sendimannin, er Fiskimálaráðið komið til ta niðurstøðu, at henda ES-fyriskipan, sum talan er um, ikki er galdandi fyri fisk, ið verður seldur til virkingar í Føroyum. Hinvegin er fyriskipanin galdandi, tá føroyskur fiskur verður seldur óvirkaður á ES-marknaðin.
Bjørn Kalsø helt, at nógvar góðar grundir tala fyri, at vit skulu í holt við at støddar- og góðskuskilja okkara fisk, ið skal virkast í Føroyum.
Hann segði, at kunngerðin um avreiðing av fiski í Føroyum og uttanlands fer at krevja, at fiskur verður støddarskildur frá 1. apríl 2005, upsi tó ikki fyrr enn frá 1. september 2005.
- Fyri tað fyrsta merkir hetta, at somu reglur vera galdandi fyri føroyskan fisk, sum verður bjóðaður út til sølu í Føroyum, sum fyri tann fiskin, ið verður bjóðaður út í ES. Fyri tað næsta, rokni eg við, at hetta eisini verður við til at tryggja kappingina um tann føroyska fiskin, soleiðis sum seljararnir hava eftirlýst. Verður fiskurin støddar- og góðskuskildur, kunnu t.d. sonevndir "nichuframleiðarar" bjóða uppá júst tað, ið teir vilja hava, og útbjóðarin fær nøktandi prís fyri sína veiði. Roknast má eisini við, at tað júst verður støddar- og góðskuskiljingin, ið fer at tryggja, at føroysk fiskaframleiðsla sum frálíður fer at flyta seg frá verandi produktum og til framleiðslur, ið geva betri prís á altjóða marknaðinum.
Bjørn segði, at við atliti til alment eftirlit, roknar hann ikki við tí heilt stóra orsakað av hesum broytingum, tí støddar-og góðskuskiljingin kann gerast í samsvari við ES reglur ella reglur, sum vinnan kemur ásamt um.
- Skiljingin kann fara fram á landingarmiðstøðum ella umborð ? og í hesum sambandi kann eg nevna, at Fiskimálaráðið eisini ætlar at lýsa nýggja kunngerð um góðkenning av innvigingarskipanum sum fer at loyva, at fiskur verður innvigaður umborð. Hetta fer at gera, at møguleiki verður fyri at selja fisk um t.d. uppboðssølu, har fiskurin longu er støddar- og góðskuskildur og innvigaður, tá selt verður. Neyðugt verður tískil ikki at handfara fiskin fleiri ferðir, soleiðis sum seljarar onkuntíð hava víst á.
Sambært ætlanini hjá landsstýrismanninum, skal allur fiskur frá 1. september 2006 eisini verða góðskuskildur, men støða er enn ikki tikin til, hvørji góðskukrøvini verða.
- Hetta verður upp til vinnuna at finna fram til, men kann hon ikki tað, er hugsandi, at góðskuásetingarnar hjá ES verða nýttar í Føroyum eisini ? og helst verður tað Heilsufrøðiliga Starvsstovan, sum kemur at hava eftirlitið.
Landingar uttanlands
Landsstýrismaðurin upplýsti, at verandi kunngerð um avreiðingar ásetir, at upp til 25% av veiðini ? roknað eftir nærri ásettum reglum ? kann avreiðast beinleiðis uttanlands.
- Tá ið útlendingar fáa loyvi at bjóða á uppboðssølu í Føroyum, rætturin at stovna framleiðsluvirki er óskerdur, og støddar- og góðskuskiljing fer at geva føroyskum smáframleiðarum størri møguleika at taka lut í kappingini um fiskin, væntar landsstýrið, at kappingin um fiskin verður munandi harðari. Tískil kann nøgdin, sum loyvt verður at avreiða beinleiðis uttanlands, skerjast munandi.
Bjørn Kalsø helt tó ikki, at skipini heilt eiga at missa rættin at avreiða uttanlands, tí lutvíst hava vit áralanga siðvenju á hesum øki, og lutvíst roknar hann við, at avreiðingar uttanlands framhaldandi kunnu eggja føroysku fiskavirkjunum til allatíðina at gera sítt besta fyri at fáa sum mest av fiski.
- Hesi rættindi verða kanska serliga neyðug ta fyrstu tíðina eftir ætlaðu broytingarnar ? og áðrenn útlendskir keyparar av álvara ery byrjaðir at keypa í Føroyum, segði landsstýrismaðurin á ráðstevnuni, sum Føroya Banki skipaði fyri.