Stjórin í Atlantic Airways sigur, at hansara uppgáva er at virka sambært fortreytunum á marknaðinum heldur enn at føra politikk Saman við Smyril Line verður Atlantic Airways nevnt sum lívæðrin hjá føroyingum til europiska meginlandið. Men hóast hetta vil stjórin í Atlantic Airways ikki taka nakra støðu í politiska kjakinum, har spurningurin í løtuni er, um Smyril Line skal bjargast ella ikki.
- Avgerðin kemur sjálvandi at ávirka okkum. Verður Norrøna bjargað, og kapasiteturin til Danmarkar verður tvífaldaður, so ávirkar tað mest sannlíkt mest týðandi partin av okkara inntøkugrundarlagið.
- Verður Norrøna ikki bjargað, so vil tað helst leggja eitt munandi størri trýst á okkum ,sigur Magni Arge.
Upp á fyrispurning, sigur stjórin, at felagið er ført fyri at økja talið av fráferðum munandi.
Men hóast avgerðin í Løgtinginum ? líka mikið hvør hon verður - fer at ávirka Atlantic Airways, so vil Magni Arge als ikki taka støðu í málinum.
- Tað er ikki mítt borð. Okkara uppgáva er at laga raksturin til eftir teimum til eina og hvørja tíð galdandi fortreytum. So politikkin vil eg lata onnur um, sigur Magni Arge.