Virgil van Dijk er í kvøld kosin til ársins spælara av hinum spælarunum í Premier League. Hollendski miðverjin hjá Liverpool er fyrsti verjuspælarin, sum vinnur heiðurin síðani John Terry í 2005.
27 ára gamli miðverjin úr Liverpool vann kappingina frammanfyri Raheem Sterling úr Manchester City, ið hinvegin vann heiðurin sum ársins ungi spælari. Í Premier League er treytin fyri at blíva árins ungi spælari, at hann er ikki eldri enn 23, tá kappingarárið byrjar.
##med2##
Virgil van Dijk hevur spælt allar 36 dystirnir fyri Liverpool í landskappingini i ár. Hann bleiv um ársskiftið 2017/2018 heimsins dýrasti verjuspælari, tá Liverpool keypti hann fyri áleið 700 milliónir krónur frá Southampton. Tølini siga, at ongin spælari í Premier League hevur dribblað framvið verjuspælaranum hjá Liverpool.
Virgil van Dijk er annar spælari hjá Liverpool á rað, ið vinnur heiðurin sum ársins spælari. Í fjør vann Mo Salah heiðurin.












