Umsiting
Nú er tað greitt, hvør tað verður, sum skal røkja nýggja starvið í Fótbóltssambandinum. Fyrr í vár lýsti FSF eftir einum varamanni til aðalskrivaran. Ísak Mikladal segði fyri nøkrum vikum síðani her í blaðnum, at fleiri enn fimm umsóknir vóru til starvið, og nú hava teir í Fótbóltssambandinum gjørt av, at Virgar Hvidbro skal setast í starvið. Hann tekur við FSF starvinum 1. juli.
Nýggi maðurin í FSF umsitingini er 33 ára gamal. Hann tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1995. Virgar er ættaður úr Klaksvík, og í fleiri ár var hann lærari í skúlanum við Ósánna. Tey seinastu árini hevur hann verið í starvið hjá Arbeiðseftirlitinum í Tórshavn, har Virgar er búsitandi.
Í umsitingini hjá Fótbóltssambandinum eru nú trý fólk í føstum starvi. Umframt aðalskrivaran og nýggja varamannin er Guðrið Joensen á FSF skrivstovuni. Jógvan Martin Olsen, sum hevur ábyrgdina av øllum ungdómslandsliðunum og sum er hjálparvenjari hjá Allani Simonsen, er eisini í fulltíðarstarvi hjá FSF.