Virgar Djurhuus, TB: - Okkurt má gerast

Kappingarnar hjá yngru deildunum fáa nú somikið stóra undirtøku, at tað kann gerast trupult at avgreiða tær um eitt og sama vikuskifti

 

Flogbóltur


Virgar Djurhuus, sum er ein av teimum sum hevur tær bestu royndirnar innan venjing av ungum flogbóltsleikarum, og í fleiri ár eisini hevur verið venjari hjá kvinnuunglingalandsliðnum, sigur eftir kappingina NS-Cup í Klaksvík um vikuskiftið, at nú er kappingin vorðin so stór og umfatandi, at onkur broyting má gerast í framtíðini. Tekin eru eisini um, at hesin vøkstur heldur áfram, tí tað er serliga innan teir yngru aldursbólkarnar, at økingin er.


Á aðalfund

Virgar Djruhuus vil tí mæla til, at málið verður tikið upp á aðalfundinum hjá Flogbóltssambandinum í apríl, soleiðis at feløgini saman við FBF kunnu finna fram til eina skipan, soleiðis at kappingin í framtíðini ikki verður eins umfatandi.

Hann vil tí mæla til, at ein møguliga skipar steypakappingarnar yvir 2 vikuskifti, men við tað at tað kann vera trupult at fáa hallir, kann hetta eisini verða ein trupulleiki.


Betri leikarar

- Famgongdin hjá leikarunum hevur eisini verið stór. Fyri bert fáum árum síðani sást tú ikki, at tey 9-12 ára gomlu royndu at leika bóltin ímillum sín, men tey royndu bert at koyra hann yvir um netið aftur, men í dag er tað soleiðis, at tey í flestu dystunum royna at leika ?tríggjar bóltar?. Hetta er ein fragd at síggja, sigur Virgar Djurhuus.