Virðisløntur violinúrmælingur vitjar Føroyar

Skal spæla eina av heimsins størstu tónleikaperlum saman við Føroya Symfoniorkestur.

Leygarkvøldið hevur Føroya Symfoniorkestur konsert í Norðurlandahúsinum har orkestrið fær vitjan av einum serligum gesti.


Fyrsti parturin av konsertini er violinkonsertina hjá Tchaikovsky, sum fyrireikararnir meta telist millum størstu tónleikaperlur í heiminum. Við sær hevur Føroya Symfoniorkestur fingið heimskenda violinúrmælingin Eric Silberger. Seinni partur av konsertini er onnur symfoni hjá Sibelius.


Eric Silberger hevur millum annað vunnið altjóða Tchaikovsky kappingina og altjóða violinkappingina hjá Michael Hill. Frá the Guardian, The Washington Post og øðrum viðurkendum bløðum, hevur hann fingið allarbestu ummælir fyri sítt musikalska, tekniska, karismatiska og virtuosa spæl.


Fyrireikararnir skriva, at Eric hevur spælt um allan heimin við teimum størstu og bestu symfoniorkestrinum, og er hann undan Føroya ferðini á konsertferð í Japan. Millum annað hevur hann spælt saman við St. Pætursborg Philharmonia og kamarorkestrinum við Mariinsky Teatrið í St. Pætursborg, har Føroya Symfoniorkestur seinastu árini eisini hevur havt fleiri sangsolistar til Nýggjárskonsertina.


Eric Silberger er sjálvur fjórða ættarlið tónleikari og byrjaði at spæla violin sum 5 ára gamal. Síðani 2005 hevur hann lisið tónleik við kenda Juilliard School hjá Glenn Dicterrow, sum er konsertmeistari við New York Philharmonic. Her frá Juilliad School hevur hann lokið Master prógv í fiólleiki. Eisini er hann lærdur innan list og stjórnmálafrøði frá Columbia University. Millum hansara lærarar eru navnframir fiólúrmælingar sum Itzak Peerlman, Pincas Zukerman, Robert Mann og Dorothy Delay.


Fiólin hann leikar á er ein Guadagnini frá 1757, sum er lænt honum frá Sau-Wing Lam Collection.