Norðurlandaráðið skipar í kvøld fyri hátíðarhaldið í íslendska mentunarhúsinum Hørpuni, har virðislønir Norðurlandaráðsins 2015 verða handaðar.
Fimm virðirslønir verða handaðar innan bókmentir, barna- og ungdómsbókmentir, tónleik, film og náttúra og umhvørvi. Umframt virðislønina fær vinnarin eina peningagávu á 350.000 krónur.
Fleiri føroyingar eru í uppskoti til at vinna heiðurslønina og tær 350.000 krónurnar. Tað er einans innan film, at eingin føroyingur er tilnevndur, annars hava føroyingar eitt umboð í hvørjum bólki.
Í bókmentum er Sólrun Michelsen í uppskoti til virðislønina, fyri bókina Hinumegin er mars, ið Mentunargrunnur Studentafelagsins gav út í 2013.
Í barna- og ungdómsbókmentir eru Elin á Rógvi og Marjun Reginsdóttir tilnevnd fyri bókina Og Mamma, ið Bókadeildin gav út í 2014.
Tungmálmsbólkurin Hamferð er tilnevndur í bólkinum tónleikur.´
Síðsta virðislønin er fyri Náttúra og umhvørvi. Hendan virðislønin verður latin tí fyritøku ella persóni, ið hevur gjørt eitt stórt arbeiði í at minka um CO2-útlátið.
Føroyska umboðið í hesum bólkinum er elfelagið SEV.
Í grundgevingini fyri tilnevningina av SEV verður staðfest, at 51 prosent av orkuni hjá føroyingar stavar frá grønari orku, og at felagið hevur sum mál, at Føroyar í 2030 einans skal nýta grøna orku.
Kringvarpið sendir beinleiðis frá hátíðarhaldinum, ið byrjar klokkan 19.35.