Virðing og ongar umberingar

Norðurírski landsliðsvenjarin vil ikki hoyra talan um umberingar viðvíkjandi vøllinum

Norðurírski landsliðsliðsvenjarin, Michael O’Neill, hevur stóra virðing fyri føroyska landsliðnum, men vónar at liðið hjá honum kann prógva, at teir hava betri dygdir yvir 90 minuttir í annaðkvøld.

 

- Hetta verður eins torført, sum útidystirnir móti Ungarn og Grikkalandi, men hetta er ein dystur vit kunnu vinna. Tað er torført at spæla her og vit mugu gera okkum uppibornar til sigurin, sigur Michael O’Neill á tíðindafundi í kvøld.

 

Landsliðsvenjarin metir ikki, at graslíkisvøllurin á Tórsvølli er ein trupulleiki fyri hansara menn.

 

- Eg var her í august og kannaði vøllin og umstøðurnar. Tað er ikki ein trupulleiki. Gongur tað ikki okkara veg í morgin, so er vøllurin ongin umbering. Fleiri av okkara spælarum spæla eisini við feløgum, sum venja a graslíki, sigur Michael O’Neill, sum skemtiliga legði afturat, at hann hevði eitt óført kvøld í býnum, tá hann var her seinast.

 

Michael O’Neill væntar heldur ikki, at føroyska liðið kemur at liggja langt afturi á vøllinum.

 

- Vænti ikki teir spæla so verjukent. Lars Olsen hevur verið reglufastur í hvussu hann spælir. Teir eru djarvir og spæla 4-4-1-1 ella 4-4-2. Teirra styrki liggur í drúgva arbeiðinum teir leggja fyri dagin. Har mugu vit verða teimum javnlíkir, og trúgva uppá, at vit hava betri dygdir til at vinna dystin, sigur Michael O’Neill, og leggur afturat, at hann ikki væntar ein taktiskan dyst, men ein dyst har bæði liðini spæla fyri at vinna.

 

Annars bleiv tosað nógv um, at Norðurírland er ávegis at vinna seg til EM. Her vildu hvørki Michael O’Neill, ella liðskiparin Steven Davis, taka nakað fyri givið – hóast teir eina løtu høvdu huga at droyma um stóru løtuna.

 

Michael O’Neill legði afturat, at stóri og sterki áletyparin, Kyle Lafferty verður við. Hann spælir við Norwich í ensku Premier League, men hevur verið skaddur í eina tíð. Hann hevur skotið fimm mál í EM undankappingini higartil. Spurningurin er bara hvussu leingi hann orkar at spæla.