Virðismikið tilfeingi skal endurnýtast

IRF hevur skrivað út kapping um nýtt búmerki, ið skal lýsa høvuðsendamálið hjá felagsskapinum, sum er at fyribyrgja dálking av umhvørvinum.

IRF hevur skrivað út kapping um nýtt búmerki. Ynskiligt er, sigur felagsskapurin, at fáa eitt búmerki, sum á ein einfaldan hátt lýsir høvuðsendamálið hjá IRF, sum er at fyribyrgja dálking av føroyska umhvørvinum.

 

- Í staðin fyri at brenna virðismikið tilfeingi, sum møguliga kundi verið endurnýtt, fer IRF í framtíðini at spæla ein týðandi leiklut í arbeiðnum móti einum nýggjum og grønari búskapi, har minni verður brent, og meiri verður endurnýtt, umhvørvinum at frama.

 

IRF fer sostatt framyvir at hava ein grønari profil, og hetta skal eisini síggjast aftur í búmerkinum.

 

Í kappingini um búmerki stendur frítt at velja litir og snið. Uppskotið skal verða í litum, men skal eisini kunna brúkast sum svart/hvítt.

 

Navnið IRF skal tó varðveitast og skal kunna brúkast saman við ella í búmerkinum. Búmerkið skal eisini kunna brúkast á eitt nú brævpappíri, heimasíðuni, marknaðarføringstilfari, bygningum, bilum og bingjum og øðrum.

 

IRF sigur, at uppskotini skulu verða í A4 stødd, og tey skulu verða IRF í hendi í seinasta lagi 20. august 2016. Vinnarin fær boð 20. september 2016, og vinnandi uppskotið fær eina virðisløn á 20.000 krónur.

 

- Dómsnevndin tilskilar sær rætt til frítt at velja millum innkomnu uppskotini - ella einki at velja, verður lagt aftrat.