Vit kenna Sunleif Rasmussen sum tónaskald. Hann er tann fyrsti føroyingurin, sum tók útbúgving í komposisjón á Det Kgl. Danske Musikkonservatorium.
Sunleif búði í Keypmannahavn frá 1988 til 2001. Meðan hann las, skrivaði hann tónleik til kór og orkestur. Hann hevur skrivað nakað av tí mest spennandi føroyskt komponeraða kór- og orkesturtónleiki í nýggjari tíð. Tónleikurin hevur íblástur frá føroysku náttúrini og kvæðunum. Stórur partur av tónleikinum er skrivaður til kór. Hann hevur skrivað ta fyrstu føroysku symfoniina ?Oceanic Days? sum hann fekk Nordisk Råds Musikpris fyri, symfoniin bleiv framførd í Norðurlandahúsinum í Føroyum í mars 2000.
Tað er júst hendan symfoniin, ið nú er á fløgu. Nakað heilt serstakt við hesi fløgu er tað, at hon er tikin í surround. Tað er plátufelagi Dacapo Records, ið hevur givið út.
Mikudagin 16. mars, kl. 15.00 verður almenn móttøka í Klingruni í Norður-landahúsinum, har ið greitt verður frá fløguni og eisini verður høvi at hoyra Sunleif. Tá fyrsti partu av móttøkuni hevur verið, verður høvi hjá áhoyrarum at tosa við Sunleif og onnur um fløguna.