Virðislønirnar vera handaðar í kvøld

Klokkan 19 byrjar fótbóltsgalla í bowlinghøllini á Hálsi.

 

Spælarar, venjarar og hjálparfólk, sum hava verið í leikum í vodafonedeildini og í 1. deild hjá kvinnum streyma til Havnar fyri at heiðra ársins spælara hjá monnum og kvinnum, ársins stjørnuskot hjá monnum og kvinnum, ársins málverja hjá monnum og kvinnum, ársins venjara í vodafonedeildini og 1. deild kvinnum, ársins toppskjúttar í vodafonedeildini og hjá 1. deild kvinnum. Ársins dómari verður eisini heiðraður í kvøld.

 

Rás2 sendir frá fótbóltsgallaveitsluni í kvøld. Sendingin byrjar klokkan 19.