Tað er ein avmarkað gleði at taka ímóti ítróttar-ella mentanarvirðislønum í Grønlandi, um tú samstundis tekur ímóti almannahjálp. Ein partur av pengunum verða nevniliga drignir frá í almannahjálpini.
Hetta framgongur í einum svari upp á fyrispurning í gønlendska landstinginum.
Slíkar virðislønir eru nevniliga skattskyldug inntøka, og tá talan er um skattskylduga inntøku, merkir tað, at inntøkan er fevnd av tí, sum rópt verður ”rullende aktuel indkomst”. Í svarinum verður sagt, at inntøkur sum ítróttar-og mentanarvirðislønir sum útgangsstøði eisini ávirka møguliga almannahjálp.
Men, í ávísum føri kunnu móttakarar verða meira hepnir, skilst eisini á nevnda svari.
Í svarinum verður sagt, at tá ávísar nærri treytir eru uppfyltar, kann kortini síggjast burtur frá ávísum eingangsinntøkum, tá sosialu myndugleikarnir meta um grundarlagið fyri sosiala útgjaldinum. Í svarinum verður tó einki sagt nærri um, hvørjar treytir í hesum sambandi skulu verða uppfyltar.
Spyrjarin í landstinginum ynskir eisini at fáa at vita, hvat tað hevði kostað tí almenna, um mótrokning ikki var fyri eitt nú ítróttar-og mentanarvirðislønir, men teir upplýsingarnar hevur skattavaldið ikki við hondina.
Tað skrivar www.sermitsiaq.ag.