Virðisløn til Saab

Elsta bilblaðið í Bretlandi, Autocar, hevur júst kosið Saab Aero X til flottasta konsept-bilin í 2006. Millum orsøkirnar verður sagt, at sniðgevingin á bilinum er framúr, og hetta er kanska heldur ikki heilt skeivt. Sniðgevingin hevur millum annað fingið íblástur frá flogverksmiðjuni hjá Saab. Tá talan er um konsept-bil, er tó óvist, hvørt hesin nakran tíð kemur í veruliga framleiðslu.