Virðisløn til Injector

Altjóða felagsskapurin, Sustainable Shipping, hevur kunngjørt, at eitt samtak við Injector Trawldoors A/S og 14 øðrum fyritøkum og stovnum hevur vunnið ársins umhvørvisvirðisløn. Samtakið fær altjóða viðurkenningina fyri felags ætlanina, Framtíðarinnar Grøna Skip. Eitt endamálið við ætlanini hjá Injector Trawldoors A/S og hinum fyritøkunum er at skerja CO2-útlátið frá skipum við 30 prosentum. Eisini fatar ætlanin um at fáa skip at dálka 90 prosent minni við eitt nú køvievni og svávuli.