Virðisbrævamarknaðurin er ein treyt

Tjóðveldisflokkurin setir tað sum eina treyt, at samgonguskjalið verður fylgt, og at bíða verður eftir einum virðisbrævamarknaði, áðrenn farið verður undir at einskilja Føroya Fiskavirking. ?Ger Bjarni Djurholm ikki, sum tað stendur í samgonguskjalinum, so hevur hann eitt stórt problem, sigur Tórbjørn Jacobsen

EINSKILJING

?Tá ið virðisbrævamarknaður er settur á stovn, verður farið undir varliga og gjøgnumskygda einskiljing av vinnuligu fyritøkunum hjá landinum?
Hetta stendur greitt at lesa í samgonguskjalinum, ið Tjóðveldisflokkurin, Fólkaflokkurin, Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin skrivaðu undir fyri fáun mánaðum síðani.
Orðingarnar í samgonguskjalinum ætlar Tjóðveldisflokkurin eisini at fylgja.
?Tað stendur heilt greitt í samgonguskjalinum, at virðisbrævamarknaðurin skal setast á stovn, áðrenn farið verður undir at einskilja almennar fyritøkur. Vit halda allar avtalur, og ger Bjarni Djurholm ikki, sum tað stendur í samgonguskjalinum, so hevur hann eitt stórt problem, sigur Tórbjørn Jacobsen, tingmaður fyri Tjóðveldisflokkin.
Eisini Kristina Háfoss, tingkvinna fyri Tjóðveldisflokkin, sigur í lesarabrævi í gjár, at einskiljingar kunnu bíða eftir virðisbrævamarknaði.
Tórbjrøn Jacobsen ger púra greitt, at Virðisbrævamarknaðurin er treyt fyri Tjóðveldisflokkin tekur undir við ætlanini at privatisera Føroya Fiskavirking.
Meldingarnar higartil hava ljóðað, at tekniski parturin til VMF(Virðisbrævamarknaða Føroya) skuldi vera klárur í ár, men óvist var, nær virksemið kundi fara ígongd, ikki minst tí eingi virðisbrøv eru at handla við.

Samdur
Tórbjørn Jacobsen er kortini ikki ósamdur við tí sjónarmiðið, at Føroya Fiskavirking eigur at verða einskilt.
?Eg eri samdur í tí, at primer-vinnan eigur at verða einskilt, tí landið eigur einki at hava við hetta at gera, og politiskt er tað stórt sæð komið upp á pláss, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Hann heldur tó, at vit hava í so lætt við at gloyma, hvussu nógv stríð er lagt í Fiskavirking.
?Vit mugu minnast til, at tað var tann føroyski skattgjaldarin, sum noyddist at gjalda fyri hetta. Hetta málið er ikki akut, og vit kunnu sagtans bíða, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Viðvíkjandi tí spurninginum, hvørt útlendingar skulu kunna keypa, sigur Tórbjørn Jacobsen, at var alt púra frælst við handlum um landamørk, so var eingin trupulleiki.
?Vit síggja í dag, at øll verja sítt: amerikanarar, ES og íslendarar royna allir at verja sítt. Vit kunnu ikki keypa eitt virki yviri í Íslandi, men teir kunnu keypa Fiskavirking. Vit vera noydd at fylgja við øðrum. Tað hevði eisini verið ein syrgilig søga, um Fiskavirking fór av føroyskum hondum orsakað av einum eitt sindur hægri boðið, sigur Tórbjørn Jacobsen.