Virðisbrævamarknaðurin: Avgerandi rentufundir í USA og Evropa í vikuni

Lánsbrævarenturnar hava verið óstøðugar seinastu vikuna, men samanumtikið eru tað bert tær stuttu renturnar, ið eru hækkaðar í vikuni. Hetta er vanligt, tá ið marknaðurin roknar við, at leiðandi rentan verður hækkað av tjóðbankanum.

Í dag byrjar rentufundurin hjá amerikanska tjóðbankanum, og frammanundan roknar marknaðurin við, at rentan verður hækkað eitt kvart prosent í morgin.

Orsøkin er vøksturin í amerikanska BTÙ, sum framhaldandi er omanfyri 5%. Ynski hjá tjóðbankanum er ein vøkstur á 3%, og so leingi vøksturin er hægri, kunnu vit rokna við rentuhækkingum.

Vandin er fyri, at rentuhækkingin verður á hálvt prosent. Grundgevingin er, at seinastu lyklatølini hava víst á, at búskapurin er við at yvirhita eins og gjaldsjavnahallið alsamt økist. Tjóðbankastjórin trýr tó enn uppá framleiðsluvøkstur og eina javna niðurgongd í búskapinum.

Okkara meting er, at teir hækka rentuna 3 ferðir á kvart prosent í fyrru hálvári av 2000.

Hósdagin hevur Evropeiski tjóðbankin rentufund, og her eru marknaðarluttakararnir meira ivasamur, um ein rentuhækking kemur longu nú. Orsøkin er, at sjálvt um kjarnuinflatiónin hækkar, er hon enn ongin hóttan. Tó verður roknað við, at inflatiónin verður hægri enn 2,0% í februar ella mars fyri síðani at falla javnt aftur. Málið hjá tjóðbankanum er, at inflatiónin ikki verður hægri enn 2,0%.

Hinvegin er evran komin undir stórt trýst av amerikanska dollaranum. Veika evran skapar grundarlag fyri størri útflutningi, tí evropeiskar vørur gerast bíligari í t.d. USA, men vandin er, at tann vaksandi eftirspurningurin uttanlands skapar innflutta inflatión.

Evropeiski tjóðbankin hevur higartil bert nýtt inflatiónstøl og gjaldumfarið sum grundgeving fyri rentuásetingini, og út frá hesum meta vit ikki, at rentan verður hækkað hósdagin, men heldur í mars, tá ið tjóðbankin hevur fingið úrslitið fyri teir stóru lønarsáttmálarnar í Evropa.

Gongdin hesa seinastu vikuna hevur havt við sær, at 10-ára danska statslánsbrævið - 6% st. lån 2009 - kl. 12 í dag kostaði 100,98 móti 100,77 fyri viku síðan. 2-ára statslánsbrævið - 4% Stgb 2001 - kostaði 99,61 móti 99,53 fyri viku síðan. Tað føroyska lánsbrævið - 4,125% FRL 2000 - kostaði 99,60, sum svarar til eina effektiva rentu á 4,60%.