Landsbankin og landsstýrið eru samd um at stovna marknaðin sum ein løggildan marknað (autoriseret markedsplads) sambært lógini um virðisbrævahandil.
Hetta merkir, at marknaðurin verður skipaður á eins høgum støði sum ein fondsbørsur, sigur Jonhard Eliasen, búskaparfrøðingur í Landsbankanum. Ein løggildur marknaður hóskar betur til føroysk viðurskifti enn fondsbørsur, við tað at minni fyritøkur eisini kunnu skrásetast á marknaðinum.
Marknaðurin skal sambært lógini stovnast sum partafelag. Landsbankin arbeiðir í hesum sambandi víðari við at fáa fleiri partar við í sjálva stovnanina av felagnum. Landsstýrið og landsbankin meta, at tað er týdningarmikið, at javnvág er millum tey týðandi áhugamálini, sum gera seg galdandi á einum virðisbrævamarknaði. Hesi áhugamálini kunnu í stuttum sigast at vera:
1) íleggjarar
2) fyritøkur
3) peningastovnar og
4) myndugleikar.
Miðað verður tí eftir, at javnvág millum hesi áhugamál verða tryggjað í felagnum, sum skal reka marknaðin.
Jonhard Eliasen sigur at enda, at eftir ætlan verður virðisbrævamarknaðurin klárur innan eitt ár.










