Í dag er fyrsti arbeiðsdagur í vikuni í Ísrael, men á virðisbrævamarknaðinum gjørdist dagurin stuttur. Longu frá byrjanini í morgun fall virðið á partabrøvum meiri enn seks prosent, og tað gjørdi, at tann sjálvvirkandi skipanin stongdi marknaðin eftir nøkrum fáum minuttum. Tann sjálvvirkandi skipanin letur marknaðin aftur, um virðið minkar meiri enn eitt ásett mestamark.
Eygleiðarar siga, at tað er avgerðin hjá kreditmetingarfyritøkuni Standard & Poor's at lækka amerikanska kreditvirðið, sum hevur givið teimum ísraelsku íleggjarunum ein hvøkk. Men eygleiðararnir leggja afturat, at avgerðin hjá S&P er ikki tann einasta orsøkin. Í gjár gingu meiri enn 200.000 fólk mótmælisgongu í Tel Aviv og Jerusalem, har tey mótmæltu teimum høgu matvøruprísunum og tí veksandi ójavnanum í tí ísraelska samfelagnum.
Benjamin Netrayahu, forsætisráðharri, hevur lovað at koma við nýskipanum, men hann hevur samstundis ávarað fólk um, at mótmælisgongur kunnu elva til búsksparkreppu í landinum.










