Í døgunum 30. september og 1. oktober verður ráðstevnan »Value Added Seafood« á triðja sinni hildin í London. Tær báðar fyrru ferðirnar hevur henda ráðstevnan verið stak væl-eydnað.
Ráðstevnan fer m.a. at snúgva seg um menning av nýskapandi virðisøktum sjómati, niðursjóðaðum sjómati, menning av fryst-um fiskavørum, fyrireik-ingum til sporførislógina í 2005, nýskapandi pakkitilfar, marknaðarrák, o.a.
Í sambandi við at fleiri føroyskar fiskaútflutningsfyritøkur luttaka á ráðstevnuni skipar Menningarstovan saman við Umboðs-stovu Føroya í London fyri áhugaverdum vitjanum, ið júst hava við t.d. virðis-øking, marknaðarrák og marknaðartilgongd at gera.
Ætlanin er at vitja Billingsgate fiskamarknaðin og har fáa at vita, hvat rákið innan feskan fisk er. Tosað verður eisini við innkeypsstjóran á Young?s Blue Crest við tí endamálið at hoyra hansara meiningar og metingar um kundakrøv, og um hvør innkeypspoli-tikkur vanliga verður førd-ur av týdningarmiklastu fiskakeyparunum í Ong-landi. Eisini ferð Hazel Curtis at leggja fram frá-greiðing, sum SEAFISH og KPMG hava gjørt um virðisketuna fyri m.a. tosk og hýsu á bretska markn-aðinum. Hendan frágreið-ingin gevur eitt gott innlit í, hvussu bretski toska- og hýsumarknaðurin er skip-aður.
Meiri fæst at vita um ráðstevnuna á
www.agra-net.com










