Tey, sum minnast valstríðið seinast, minnast eisini, at knappliga uttan at nakar varnaðist komu tey sonevndu bleytu virðini upp í valstríðið mest sum burtur úr ongum. Hóast onkur mutlaði um tunnlar og onnur hørð virði, so fingu hesir ikki fótin fyri seg. Knappliga talaðu øll um bleyt virði, men tað løgna var, at eingin av hesum í roynd og veru greiddi veljarunum frá, hvat ein hugsaði um, tá talað varð um bleyt virði. Hvør var tað í grundini, sum kom við øllum tosinum um tey bleytu virðini? Uttan at hava granskað evnið, so bendir alt á, at tað var eingin annar enn ungi alvi Fólkafloksins, Jørgin Niclassen, sum fyrstur var at tala bleyt virði. Áhugavert, tí bleyt virði er kanska ikki tað fyrsta, ið rennur einum til hugs, tá ein hugsar um Fólkaflokkin. Eftirfylgjandi komu valevni kropp á kropp og lovaðu at raðfesta bleytu virðini, um júst flokkur teirra vann álit.
Hvat meintu hesi valevni í grundini við hugtakinum bleyt virði? Í einum valstríði ræður eitt serstakt lag, ein ávísur stemmningur, sum ger, at vit kanska ikki hugsa so djúpt um hugtøkini, ið fúka um oyruni. Soleiðis mundi vera við bleytu virðinum. Tað er lítið hugsandi, at heitið bleyt virði merkir tað sama fyri eitt nú eitt miðflokkavalevni sum fyri eitt nú eitt tjóðveldis- ella javnaðarvalevni. Tað er tó rættiliga greitt, at summi valevni hugsaðu um almanna- og heilsumál og umhvørvi, ud børn og ung, meðan onnur talaðu um útbúgving og gransking, og uppaftur onnur valevni talaðu um mentan og list.
Sostatt ber illa til at staðfesta nágreiniliga, hvat tað var, sum hátíðarliga varð lovað, tá allir flokkar í valstríðnum lovaðu at raðfesta bleytu virðini fremst í komandi valskeiði. Hinvegin kunnu vit tó uttan víðari staðfesta, at hugsað varð um alt annað enn tunnlar, skattapolitikk, asfalt og betong. Tað ber eisini til at staðfesta, at politiska orðaskiftið og toganin eftir valið hevur snúð seg um alt annað enn bleytu virðini. Tunnlar og fiskidagar og búskapur hava sett dagskránna og lítið hevur verið talað um bleyt virði, uttan at onkur flokkur hevur rósað sær av nøkrum bleytum verkætlanum, sum Jógvan á Lakjuni longu hevði sjósett, áðrenn hann fór frá. Um skamma stund fara samráðingarnar um fíggjarlógina 2009 at byrja í álvara. Vit hava minnilutastjórn og tískil hava nú allir flokkar, sum í valstríðnum lovaðu at raðfesta bleyt virði, høvi at gera sína ávirkan galdandi. Flokkarnir hava nú høvið at vísa, hvat teir meina við bleyt virði og teir hava høvið at prógva, at teir megna at halda givin lyfti. Búskaparliga er so smátt farið at reka í móti. Búskaparligt mótrák verður vanliga í Føroyum nýtt sum umbering fyri ikki at satsa uppá bleyt virði. Tað skal tí ikki vera nøkur politisk bloyta, sum skal fremja gyltu vallyftini um bleyt virði.