Seinastu dagarnar hevur verið ávíst alment kjak, sum byrjaði við, at tveir løgtingslimir kritiseraðu nakrar íløgur í fiskiskip, sum Norðoya Íløgufelag fyri stuttum gjørdi.
Kritikkurin, sum hesir miðlar borðreiða við, gongur út uppá, at Norðoya Íløgufelag, sum Føroyagrunnurin frá 1971 eigur og rekur, er eitt kappingaravlagandi element í vinnuni, tí felagið er fíggjað við almennum pengum, verður sagt.
Hetta er beinleiðis skeivt, og tí henda rættleiðing.
Virðini skapt?í Klaksvík
Føroyagrunnurin frá 1971 er skaptur við aktivum og virksemi í og úr Klaksvík við ongari krónu úr landskassanum.
Grunnurin varð grundlagdur av aktivum úr Kjølbro fyritøkuni, har danski tjóðbankin í síni tíð kom við likviditeti, tí hóttafall var í fyritøkuni. Seinni varð avgjørt at konvertera kapitalin til partapening, hetta var eftir, at fyritøkan fótaði sær aftur, og Føroyagrunnurin frá 1971 varð stovnsettur.
Sostatt er hetta ikki nakar grunnur, sum føroyski landskassin hevur nakran sum helst lut í, og tí ikki føroyskur almennur kapitalur, men virðir, sum eru skapt við hørðum arbeiði í og út frá Klaksvík.
Framvegis líka ósatt
hóast fleiri endurtøkur
Tað er tíverri ofta so, tá ið tíðindi koma skeivt fyri í miðlunum, at tað er sera torført at fáa hesi at venda rætt aftur, tí tað fyrsta, sum kemur fram, situr ofta sera fast í minninum hjá fólki.
Enn verri er, tá ið skeivleikar verða endurtiknir fleiri ferðir í miðlunum, soleiðis sum vit eru vitni til í sambandi við hetta málið um Norðoya Íløgufelag, tí eg síggi nú, at somu politikarar og onnur aftrat teimum nú endurtaka somu ósannindi.
At endurtaka ein skeivleika ger hann ikki rættari, og eg kann bara undirstrikað, at Føroyagrunnurin frá 1971 er skaptur út frá, við og av aktivum úr Klaksvík frá Kjølbro fyritøkuni, og aðrir partar í Føroyum eiga tí bara lut í honum - og í fyritøkum út frá honum - í samráð við nevndina í grunninum, nevndina sum situr fyri vinnurekandi grunninum.
At politikarar, sum ikki kenna málið royna at sáa iva um virksemið hjá grunninum er sera óheppið. Tað er altíð óheppið tá ávís øki í landinum missa vinnutól, men samstundis kunnu vit fegnast um at Norðoya Íløgufelag við hesum er við til at tryggja grundarlagið undir JFK Trol – sum jú er høvuðsendamálið hjá Føroyagrunninum.










