Virðingin var týðilig

Ingvald á Kamarinum rópar ikki eftir og skeldar ikki næmingarnar á Fjordskolen, men, at teir hava virðing fyri skúlastjóranum, er greitt hjá øllum, ið vitja skúlan.

Tá vit komu til skúlan møttu vit, einum flokki av næmingum, ið var á veg inn í bilin hjá skúlanum. Myndamaðurin Símun Jóannesarson spurdi um hann kundi fingið teir upp í gummibátin, ið stóð har á einum vogni. Men hetta noktaði teir, tí Ingvald hevði sett forboð fyri tíð. Tá vit eina løtu seinni vóru á seglbátinum saman við Ingvaldi og einum av yngru dreingjunum, og myndamaðurin bað dreingin kika út á sjógv, vildi hann ikki, tí hetta var kikarin hjá Ingvaldi. Ingvaldi gav tó dronginum loyvi at hyggja í kikarin. Her var ikki talan um ræðslu, men um stóra virðing. Sami drongur segði, at hann vildi ynskt, at Ingvald ættleiddi hann.
- Hetta er tað sama við húsinum, dreingirnir virða, at tann eini parturin er privata heimið hjá okkum, segði Ingvald.