Virðingin var ov stór

Tað var eingin vanlukka at tapa við trimum málum móti Rosenborg í Gundadali í gjár. Men um runavíkingar høvdu verið meira avgjørdir og ágrýtnir kundi úrslitið verði væl frægari

FÓTBÓLTUR

 

Tað var torført at vera vónbrotin í Gundadali í gjárkvøldið. Tað varð ongantíð væntað, at NSÍ fór at arga Rosenborg. Og at tapa við trimum málum móti besta liðnum í Skandinavia er eingin vanlukka. Men úrslitið kundi væl verið frægari. Tí aftur í gjár vísti tað seg, at føroyingarnir høvdu ov stóra virðing fyri mótstøðuliðnum. Tað ráddi oftast bara um at sleppa sær av við bóltin sum skjótast og vóna, at liðfelagin kundi fremja okkurt í framrættaða spælinum. Og tað var ein stór orsøk, at spenningurin er fullkomiliga burtur undan seinna dystinum, sum verður leiktur í Noregi í komandi viku.

 

Óli sendi í tvørtræið

Tað vóru tó fleiri glottar á føroyska liðnum. Christian Høgni Jacobsen, sum leikti sín fyrsta dyst fyri barndómsfelagið í hesum umfari, var djarvur og hevði dirvið at bjóða mótstøðumonnunum av. Potemkin royndi at stríðast sum einsamallur framherji, og Óli Hansen royndist væl í nærdystunum við Dario Zahora, sum var fremsti maður hjá gestunum.

Men serliga á miðvøllinum høvdu runavíkingarnir ov stóra virðing. Serliga í fyrra hálvleiki, tá Jústines R. Hansen og Jann Ingi Petersen sera sjáldan luttóku í framrættaða spælinum. Og tá teir vóru á bóltinum ráddi oftast um at sleppa honum aftur sum skjótast. Tað var ofta skeiva avgerðin, tí teir ofta høvdu tíð og pláss at skapa okkurt. Úrslitið var, at Károly Potemkin noyddist at kapprenna við norsku verjuleikararnar eftir longu avleveringunum, og tað riggaði ongantíð.

Rosenborg var á bóltinum í stórum løtum av dystinum. Steffen Iversen, sum áður hevur spælt við enska Tottenham Hotspur, dugdi væl at finna sær pláss á hálvuni hjá heimaliðnum, og sum heild hevði heimaliðið torført at verja fyri honum.

Størsta føroyska málmøguleikan hevði Óli Hansen. Eftir einum korteri stýrdi hann bóltinum á tvørtræið, tá Einar Hansen sendi inn í feltið úr høgru.

 

Dúvaðu á skjótálop

Uppleggið hjá NSÍ var sjálvsagt fyrst og fremst at hugsa um verjupartin. Við framrættaðum leikarum sum Christian Høgna Jacobsen, Hjalgrím Elttør og Karoly Potemkin skuldu fortreytirnar fyri málmøguleikum eisini verið til staðar. Ofta góvu gestirnir eisini heimaliðnum pláss at royna seg á teirra hálvu, og tí var óheppið, at runavíkingar ikki vóru meira djarvir og ágrýtnir.

Rosenborg vann uppiborið. Men um væl vildi til, so hevði NSÍ fingið eitt mál, meðan gestirnir høvdu fingið tvey. Men soleiðis er í fótbólti, og tí verður tað ikki meira enn ein stór uppliving, tá runavíkingar í komandi viku skulu royna seg á útivølli móti oddaliðnum í norsku Tippuliguni.

 

Málini

 

1-0, Dario Zahora: Einar Hansen var ikki nóg ansin, tá Didier Konan Ya sendi innfyri úr vinstru. Dario Zahora hevði ríkiligt av plássi handan føroyska vongverjan, og framherjin var tryggur, tá hann stútaði framvið Meinhardti Joensen.

2-0, Mikael Lustig: Hornaspørkini hjá Rosenborg lógu altíð sera nær at málinum hjá heimaliðnum. Hesaferð var Mikael Lustig fyrstu á við fremru stong, og úr tveimum metra fjarstøðu stýrdi hann framvið málverjanum.

3-0, Mikael Lustig: Mikael Lustig fekk møguleikan úr ellivu metrum, tá Óli Hansen rendi Trond Olsen um koll í brotsteiginum. Brotssparkið sendi verjuleikarin trygt í netið.

 

NSÍ – Rosenborg 0-3 (0-1)

0-1: Dario Zahora, 21.

0-2: Mikael Lustig, 58.

0-3: Mikael Lustig, brsp, 89.

Dómari:

NSÍ: Meinhardt Joensen – Jónhard Fredriksberg (Jens Joensen, 57.), Óli Hansen, Jóhan Troest Davidsen, Einar Hansen – Christian Høgni Jacobsen, Jústines R. Hansen, Jann Ingi Petersen, Hjalgrím Elttør (Klæmint A. Olsen, 76.) – Bogi Løkin – Károly Potemkin (Høgni Madsen, 80.)

Gult kort: Høgni Madsen

Rosenborg: Rune Almenning Jarstein – Mikael Lustig, Kris Stadsgaard (Miller, 46.), Alejandro Lago, Andreas Nordvik – Anthony Annan (Tettey, 69.), Per Ciljan Skjelbred – Kjell Rune Sellin, Steffen Iversen (Olsen, 63.), Didier Konan Ya – Didier Zahora

 

Hamrén var væl nøgdur

 

Erik Hamrén, venjari hjá Rosenborg, var sjálvsagt væl nøgdur við greiða sigurin í Gundadali í gjár. Hann staðfestir, at teir høvdu fult tamarhald á dystinum.

- Vit høvdu møguleikan at skjóta fleiri mál í fyrra hálvleiki. Men vit vinna trygt, og samstundis fáa fleiri av stuðulsleikarunum hvíld, sigur Erik Hamrén við heimasíðuna hjá Rosenborg, og leggur afturat, at liðið hevur vunnið sær í annað umfarð av kappingini.

- Tað skal sjálvsagt ganga sera galið, um vit ikki fara víðari. Men vit mugu vera til reiðar, staðfestir Hamrén.

 

 

Ov lítið avgjørdir

 

Christian Høgni Jacobsen spældi í gjár sín fyrsta dyst fyri barndómsfelagið á hesum sinni. Føroyski landsliðsleikarin var eyðsýndur á heimaliðnum, men hóast tað var hann ikki heilt nøgdur við avrikið.

- Rosenborg spælur væl, og vit renna aftaná í løtum av dystinum. Í hálvleikinum práta vit um, at vit mugu verða meira djarvir. Men tað hjálpti lítið. Teir høvdu nógv fólk á okkara hálvu, tá teir søktu at. Men vit vóru ov lítið avgjørdir, tá vit fóru í mótálop.

Tit skulu nú royna tykkum á útivølli móti Rosenborg í komandi viku. Hvat skulu tit fyrst og fremst hugsa um tá?

- Tað verður ein fótbóltsuppliving. Vit fara at fyrireika okkum væl, og vit eru til reiðar at fáa eitt gott úrslit í Noregi, sigur Christian Høgni Jacobsen.