Virðingin fyri Ventspils var ov stór

Europa League: Málið er at vinna dystin

Víkingur tapti fyrra dystini í 1. umfari 2-0 í Lettlandi fyri Ventspils. Sámal Erik Hentze, venjari hjá Víkingi, er ikki nøgdur við avrikið. Hann heldur, at Víkingur hevði ov stóra virðing fyri mótstøðuni.

 

- Okkara fyrri hálvleikur í Lettlandi var ikki nóg góður. Vit høvdu ov stóra virðing fyri Ventspils og sótu eftir við kensluni av, at vit høvdu kunnað gjørt meir. Hálvleiksstøðan var 2-0, men tað gekk betur í seinna hálvleiki, har vit høvdu møguleikar at koma inn í dystin, men tíverri fingu vit ikki nakað mál, sigur Sámal Erik Hentze.

 

Sámal Erik Hentze sigur, at liðið hjá Ventspils er gott - tó ikki fantastiskt.

 

- Teir hava eitt gott lið. Tó ikki nakað fantastiskt, men teirra spælarar eru væl fyri og góðir. Styrkin hjá Ventspils eru langir bóltar og innlegg. Tað er tað, sum teir spæla uppá, sigur Sámal Erik Hentze.

 

Dysturin skal vinnast

Undan seinna dystinum ímóti Ventspils leggur venjarin hjá Víkingi høvuðsdent á, at fyrst og fremst skal dysturin vinnast.

 

- Tað týdningarmesta er, at vit fara út fyri at vinna dystin. At vit vinna dystin er tað týdningarmesta. Um vit vinna 2-0 ella 3-0, so er tað frálíkt. Sum minst skulu vit vinna, so hava vit hava gjørt ein góðan figur. Bæði fyri okkum sjálvar og føroyskan fótbólt, sigur Sámal Erik Hentze, ið síðani leggur afturat:

 

- Vit trúgva upp á okkara møguleika. Um vit fáa eitt skjótt mál, so er dysturin púra opin. Tað er tað, sum vit fara eftir, sigur Sámal Erik Hentze.

 

Rás2 sigur frá dystinum, sum byrjar klokkan 19 á Svangaskarði.

 

Vit gita liðið:

Víkingur: Geza Turi - Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen - Hans Jørgen Djurhuus, Sølvi Vatnhamar - Andreas Lava Olsen, Filip Djordjevic, Hans Pauli Samuelsen - Finnur Justinussen