Virðingin er burtur

Løgmaður og Jørgen Niclasen eiga at reinsa seg, fyri at fólk kunnu fáa virðing fyri teimum aftur, heldur Lisbeth L. Petersen, forkvinna í Sambandsflokkinum

? Tað er tyngjandi fyri landsstýrið, at álvarsamar skuldsetingar hanga í luftini uttan at verða vístar aftur. Løgmaður og Jørgen Niclasen eiga at reinsa seg, tí í løtuni stendur øll virðingin fyri embætinum upp á spæl.
Tað sigur Lisbeth L. Petersen, forkvinna í landsins størsta flokki, Sambandsflokkinum.
? Eg havi ilt við at skilja, hvat tað er, sum gongur fyri seg í samgonguni í løtuni, men tað er púra vist, at tað sær ikki gott út úteftir, sigur hon.
? Teir ákærdu áttu at reinsa seg, tí so var tann trupulleikin burtur. Tað er stór ábygrd at røkja ein landsstýrissess, og tað eiga fólkafloksmenninir eisini at hugsa um.

Reinsa luftina
Sambandsflokkurin hevur ongar ítøkiligar ætlanir um at reisa misálit ímóti løgmanni ella Jørgeni Niclasen, men Lisbeth L. Petersen heldur, at tað kann koma ein stemningur fyri einum misáliti, sum støðan er í løtuni.
? Fólkið og landið hava betur uppiborið enn hetta. Tað besta hevði verið, um landsstýrið fór fram, men ætla teir at halda fram við samgonguni, so eiga teir fyrst at reinsa luftina, heldur forkvinnan í Sambandsflokkinum.