Virðingin burtur

En hin størsta orsøkin til góða føroyska málverjaavrikið var sambært málverjanum sjálvum, at hann hesaferð hugsaði meira um egnar dygdir enn tær hjá mótstøðumonnunum

 

Landsdystir


Ein av stóru føroysku trupulleikunum í dystunum móti Rumenia var, at tað hjá málverjum okkara tók heldur langa tíð, áðrenn teir veruliga komu inn í dystin. Tá tosaðu vit eftir dystirnar við Jóhan Danielsen, og hann helt eina orsøk til hetta vera, at virðingin fyri mótstøðuni var alt ov stór.

Fríggja- og leygardagin var hetta tó eingin trupulleiki longur. Jens Skipagøta, sum byrjaði í málinum fríggjadagin, legði fyri við fleiri góðum bjargingum, og virðing fyri mótstøðuni tóktist í øllum førum at vera nakað, sum hann so slettis ikki hevði hugsað um.

Spurdur, um hetta var nakað, sum málverjarnir høvdu arbeitt serstakt við í vikuni, svarar málverjin, at tað var tað sum so ikki, men hinvegin var hetta kanska nakað, sum teir hugsaðu um, hvør í sínum lag.

- Undan hesum dystunum royndi eg bara at hugsa um, hvussu mítt spæl skuldi vera, um so var, at eg slapp á vøllin. Hjá einum málverja ræður jú fyrst og fremst um at plasera seg rætt í mun til verjuna, og ikki hugsa alt ov nógv mótstøðuna. Tí royndi eg bara at gloyma alt um hinar, og yvirhøvur at verða so arrogantur sum møguligt tá dysturin fór ígongd.

- Tað skal tó leggjast afturat, at eg ikki haldi, at skotini hjá sveisarunum vóru eins góð, sum tey hjá rumenum. Tey vóru kanska líka hørð, men neyvleikin var ikki hin sami, og yvirhøvur haldi, at spælið hjá Sveis hóskaði okkum betri enn tað hjá Rumenia.


Tryggari men ikki tryggur

Spurdur, um hann nú eftir hesar dystirnar kendi seg tryggari í landsliðshópinum, segði Jens, at tað gjørdi hann sjálvandi.

- At tú sleppur at standa tveir slíkar dystir á tamb gevur sjálvandi sjálvsálit, og vónin um at vera við næstu ferð er sjálvandi størri nú, enn hon var fyri einari viku síðani.

- Tað hevur tó eisini alstóran týdning fyri avrikið, at tú sum málverji sleppur at byrja ein dyst í málinum. Sum oftast er tað sera trupult at verða tveittur inn miðskeiðis í dystinum. Tá er man kaldur oh ikki nóg hugsavnaður og tí kann tað skjótt gerast ógvuliga frustrerandi í málinum. Hetta var kanska ein avgerandi fortreyt fyri, at tað gekst mær somikið væl, men eg eri heldur ikki í iva um, at Jóhan hevði gjørt tað eins væl, um tað var hann, sum byrjaði dystirnar, so tryggur í málinum eri eg als ikki, sigur Jens Skipagøta at enda.