Í greinini vísir hon eisini á tað stóra arbeiðið, ið pedagogarnir gera, men alt hetta leggur borgarstjórin, ið eisini er formaður fyri kommunalu arbeiðsgevarunum, sambært næstformanninum einki í.
Lat meg gera púra greitt, at einki rennur formaðurin í KSF ella kommunurnar undan nakrari ábyrgd, og heldur ikki hava kommunurnar nakrar ætlanir um at slaka upp á dygdina, tvørturímóti.
KSF eins væl og KAF – Kommunala Arbeiðsgevarafelagið – hava sýnt stóra ábyrgd við at vísa landsstýrismanninum í almanna- og heilsumálum á ein átrokandi trupulleika, sum er, at tað eru ov fáir pedagogar til vaksandi talið av størvum í dagstovnunum kring landið – eisini til leiðarastørvini.
Í hesum sambandi hevur KSF heitt á landsstýrismannin um at brúka sína lógarheimild til at gera eina kunngerð, sum gevur loyvi til undantak frá kravinum um, at leiðarin skal vera pedagogur.
Hetta snýr seg ikki um at sleppa av við pedagogar í leiðslustørvum, men um at tryggja, at dagstovnarnir, í teimum førum tað ikki ber til at fáa pedagogar í leiðarastørv, kunnu seta leiðarar við aðrari skikkaðari, fakliga útbúgving enn pedagogútbúgving.
Kommunurnar hava stóra virðing fyri pedagogfakinum, men kaldi veruleikin er tann, at fáa kommunurnar ikki sett leiðarar í starv, so mugu stovnar lata aftur, og tað kann ikki vera meiningin. Hetta er tí í veruleikanum ein trupulleiki, sum Pedagogfelagið eisini átti at tikið upp innanhýsis – hvat hevur felagið t.d. gjørt fyri at gera tað áhugavert hjá limunum at átaka sær fakligu avbjóðingina at vera leiðari?
Tá næstformaðurin harumframt eisini ákærir borgarstjóran í Tórshavnar kommunu fyri ikki at hava arbeitt fyri at fáa fleiri flokkar tiknar upp á Pedagogskúlanum, so er tað heldur ikki satt. Borgarstjórin hevur gjørt sær tann ómak at vísa landsstýrismanninum í mentamálum á trupulleikan meira enn eina ferð, seinast í skrivi frá 28. september 2004 eftir at býráðið á býráðsfundi samtykti at heita á mentamálaráðið, um at fleiri pedagogar kundu fáa útbúgving í Føroyum, soleiðis at kommunan kundi yvirhalda lógarásettu krøvini um at 2/3 av starvsfólkunum skulu vera pedagogar á hvørjum stovni. Veruleikin er jú tann, at er tað trupult at fáa sett leiðarar við pedagogútbúgving, so er tað eins trupult at fáa sett pedagogar í vanligu størvini, og hetta er ikki haldbart longur.
Tórshavnar kommuna hevur bygt nógvar dagstovnar seinastu árini – allir bygdir til endamálið, og allir bygdir við námsfrøðiligari ráðgeving. Kommunurnar yvirtóku eitt niðurpínt dagstovnaøki í 2001 og hava eftir stuttari tíð megnað at dagført økið, so bíðilistar næstan ikki eru meira. Nú verður nógv orka brúkt at fáa fakliga innihaldið á eitt hægri støði, men kommunurnar kunnu ikki útbúgva pedagogar. Og hóast landið í morgin hevði sett ferð á at útbúgva fleiri pedagogar, høvdu fleiri ár gingið, áðrenn vit sóu nakran mun.
Tí mugu vit skapa fyribilsloysnir, so at ikki øll onnur skikkað fakfólk verða stygd burtur, bert tí at Pedagogfelagið í ótrúligum, fakligum trongskygni tvíheldur um, at einans ein ávís námsfrøðilig útbúgving er brúkilig á dagstónaøkinum. Vit mugu nevniliga minast til, at dagstovnaøkið er ikki til fyri at tryggja fólki við ávísari útbúgving starv, men fyri at nøkta tørvin hjá børnunum í nútíðar samfelagnum.
Maud Wang Hansen skrivar um dagstovnaøkið sum sosiala økið – ella sum part av sosiala økinum. Rætt er tað, at fyri einum mansaldri síðani, ella væl tað, vórðu barnaansingarstovnar mestsum burturav mettir sum barnaverndartiltøk, sum skuldu hjálpa upp á børn hjá familjum, sum ikki til fulnar vóru førar fyri at taka sær av sínum børnum. Veruleikin hevur tó helst altíð verið, at tey flestu børnini á dagstovnum komu úr púra vanligum familjum, har foreldrini arbeiddu úti, eins og í dag.
Lóggávan hevur eisini ásannað veruleikan, so at dagstovnarnir ikki longur eru í barnaverndarlógini. Hetta hava vit eisini ásannað reint bygnaðarliga í fleiri kommmunum, soleiðis at dagstovnaøkið er partur av mentannarøkinum, ikki av sosiala økinum. Harvið geva vit eisini bygnaðarliga nakrar ábendingar um, hvussu vit hugsa um innihaldið.
Vónandi hongur Pedagogfelagið ikki, sum tað einasta og seinasta, fast í avoldaðu fatanini av dagstovnaøkinum sum eitt stórt barnaverndartiltak. So er illa statt.
Samanumtikið: Kommunurnar renna ikki undan ábyrgd, Maud Wang Hansen. Tvørtur ímóti, orsøkin til stóra tørvin á námsfrøðingum er júst, at kommunurnar tóku ábyrgd og bygdu skjótt út, tá vit yvirtóku hetta niðurpínda økið. Og kommunurnar seta sanniliga fakligu dygdina í hásætið. Tað hevði tí sømt seg betur um næstformaðurin í Pedagogfelagnum tók ímóti útrættu hondini frá kommununum, so vit í felag fáa dagstovnaøkið at virka á høgum fakligum støði við virðing fyri børnunum, sum tað heila snýr seg um. Og ikki bert hugsa um at tvíhalda um egnu fakmørk.










