Virðing fyri pensjonistunum

Pensjonistarnir eru eitt tilfeingi í føroyska samfelagnum.

Summir pensjonistar eru fólk full av orku, og gerandisdagurin hjá teimum er alt ov stuttur. Ikki ber til at meta týdningin av arbeiðinum hesi gera sum vitjanarvinir, sum ommur og abbar og eisini sum fyriskiparar í pensjonistafeløgum og øðrum felagskapum. Tí eiga myndugleikarnir, og tá kanska serliga kommunurnar, at syrgja fyri, at tað eru góð mentannarlig- og frítíðartilboð til teirra, har teir kunnu luttaka og brúka síni evni.

Spurningur um virðir og politiska kós
Men tað eru eisini nógv, sum tá tey gerast gomul, summi fyrr enn onnur, hava tørv á stuðli fyri at klára gerandisdagin. Heimarøktarskipanin er tá ofta tann einasta hjálpandi hondin. Men nógvar eru lagnurnar, har pensjonistarnir verða viðfarnir uttan tað virðing, teir hava uppiborið. Fleiri og fleiri eldri liggja einsamøll og óhjálpin, tá heimahjálpin fer eftir seinastu dagligu vitjanina. Alt meðan henda støðan valdar, er yvirskot í landskassanum, men pengarnir skulu brúkast til onnur dreymakend endamál. Her skal broyting koma í. Nógv kann betrast við øktari játtan til heimarøktina, men hetta er eisini ein spurningur um virðir og politiska kós. Tí tað er ein aðalmunur millum politikkin hjá samgonguni og Javnaðarpolitik.

Avvarðandi rætt til farloyvi
Eldrapolitikkur Javnaðarfloksins byggir á nøkur grundleggjandi virðir. Hesi eru
?Virðing fyri tí einstaka pensjonistinum.
?Tign og sómi í eldrarøktini
?Umsorgan fyri teimum veikastu
?Og tryggleiki hjá øllum gomlum.

Tí krevja vit betri tænastur um alt landið, soleiðis at teimum gomlu og óhjálpnu stendur í boði
?Nøktandi heimarøkt alt samdøgrið
?At húsast í sambýlum við neyðugari røkt
?At koma á ellis- og røktarheim, har tað er besta loysnin
?At avvarandi hjá fólki á deyðastrá fáa rætt til farloyvi, fyri at verða um síni nærmastu

Hetta, er ein kollvelting av tí førda eldra politikkinum hjá samgonguni, og tú kanst stuðla hesum politikki við at velja Javnaðarflokkin á komandi løgtingsvalið.