Virðing fyri fakliga tilfeinginum

Tað var at frøast um, tá eg í útarpinum hoyrdi leiðaran í nýggja dagstovninum í Klaksvík, Barnahúsið Margit, tosa um teir tankar tey hava gjørt sær um arbeiði á hesum nýggja stovni. At tey hava fingið sett fleiri námasfrøðingar í starv, og at tey fara at leggja seg eftur at fylgja ásetingunum í dagstovnalógini. Tað dámar mær væl at hoyra, tí tað er ikki tað, eg hoyri okkara mannligu politikarar siga.

Eisini er tað at frøast um, at fleiri dagstovnar verða bygdir til endamálið. T. d. í Nólsoy, í Klaksvík og nú í Runavík og á Skála. Eingin ivi er um, at tað er rættast at byggja til endamálið. Vit hava alt ov nógvar keðiligar royndir av at gera stovnar í vanligum sethúsum, hallum, skótahúsum o.l.

 

Góðskan slakast á dagstovnunum

Minni frøi var í at hoyra borgarstjóran í høvuðstaðnum í størstu kommunu í landinum og formann í KSF, at tað er neyðugt at slaka á góðskuni á dagstovnum kring landið.

Tá tosað verður um at byggja vegir og ítróttarvalllir, er neyvan nakar ivi um, at borgarstjórin leitar eftir og fylgjur vegleiðing frá fakfólki, fyri at tryggja at góðskan er í lagi.

Tað undrar meg tí, at borgarstjórin leggur upp til, at dagstovnarnir í framtíðini ikki skulu leiðast av fakfólki. Borgarstjórin hevur sjálvur luttikið á einkultum samráðingarfundum við Pedagogfelagið, og átti tískil at kent viðurskiftini á dagstovnum kring landið útfrá eini fakligari meting.

 

Broyting av dagstovnalógini

Tað undrar meg eisini, at tosað verður um at broyta dagstovnalógina, soleiðis at man gongur burtur frá at námsfrøðingar eru í flestu størvum á dagstovnum kring landið.

Tað átti at verið størri logikkur í at útbúgva fleiri pedagogar. Serliga tá hugsað verður um, at áhugin fyri fakinum er stórur, og at nógvar umsøknir eru til útbúgvingina á Pedagogskúlanum, nógv fleiri enn møguleiki er fyri at ganga á møti.

 

Hvat bleiv av lyftunum?

Hvør er orsøkin til, at lyftið frá mentamálaráðharranum ikki verður tikið upp á tungu?

Mentamálaráðharrin lovaði at virka fyri, at ein eyka flokkur av pedagognæmingum kundi sleppa inn á skúla, nú pláss er á skúlanum. Hetta lyftið vildi hann tó ikki halda fast við. Mær vitandi eru eingi góð argumentir fyri at lata vera.

 

Manglandi virðing fyri børnunum

Um nakar heldur, at tað er ein løtt uppgáva at ala upp landsins børn, so haldi eg at tit áttu at vitjað nakrar av okkara dagstovnum. Øll sum arbeiða á dagstovnum vit, at hetta er ikki so, tí tað liggur starvsfólkunum sera nær at hjarta at fara um hesi børn við so stórari virðing sum yvirhøvur gjørligt.

Starvsfólk og foreldur vita eisini, at tað eru uppgávur, sum eru sera torførar at loysa til fulnar, tá fakligi førleikin ikki er til staðar í nóg stóran mun.

 

Teir ríma undan ábyrgdini

Tað mangla nógvir útbúnir námsfrøðingar á stovnunum kring alt landið, og eg haldi, at um borgarstjórin í størstu kommununi í Føroyum og mentamálaráðharrin hugsaðu seg væl um og tóku ábyrgd fyri góðskuni á hesum øki, so løgdu teir dent á at økja um fakliga tilfeingið heldur enn at renna undan ábyrgdini og slaka.

Eg haldi, at tað er upp á tíðina, at fólk við sosialum innliti taka ábyrgdina av sosiala økinum, bæði hjá landi og kommunu.