Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður
Í grein í Sosialinum fyri 12. sept. í sambandi við eina veljarakanning er samrøða við Jenis av Rana, sum sjálvandi fegnast um, at flokkur hansara hevur stóra framgongd.
Men Jenisi dámar væl at stinga, og sum altíð, so nýtir hann eisini hetta høvið til at leggja eftir Fólkaflokkinum. Og hesaferð orðar hann seg soleiðis: „Hóast samgongan hevur ein sosialan flokk, so er tað tann kaldi og kyniski fólkaflokspolitikkurin, sum stendur eftir.“
Eg haldi, at tað er óvirðiligt, tá ið vit hugsa um, hvørjum Jenis av Rana sigur seg standa fyri, at hann – ístaðin fyri at gleðast og koma við tí góða orðinum – púra ómotiverað leggur so niðrandi eftir okkum í Fólkaflokkinum.
Eg vil ikki verða lagdur undir at føra ein kaldan og kyniskan politikk, tí tað er ósatt, og eg haldi, at tað hevði sømt seg betur fyri Jenis og passað betur til hansara etisku reglur at drigið øll tey góðu og positivu tingini fram, sum henda samgongan hevur sett í verk.










