Óvirðiligt fyri bæði búfólk og starvsfólk

Bústaður til sálarsjúk í Havn er í so ringum standi, at tað er óvirðiligt

Nú skulu bústaðirnir til fólk við menningartarni og fjølbreki á Eirargarði umvælast. Og tað er ikki hissini umvæling, Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, fer nú at leggja uppskot fyri Løgtingið, har hon fer at biðja Løgtingið játta 25 milliónir krónur til endamálið.

 

Ætlanin er at bjóða arbeiðið út beinanvegin og alt arbeiðið skal so verða liðugt seint í 2018.

 

Umframt umfatandi umvælingar, skulu eisini broytingar gerast, so at tað verða fleiri baðirúm og betri pláss til hjálpartól, umframt at bústaðirnir skulu skipast soleiðis, at búfólkið fær størri privatlív.

 

Á Eirargarði hava umstøðurnar verið so vánaligar, at eitt skifti vórðu búfólkini bráðflutt, tí har var soppur og tað lak so illa.

 

Men Eirargarður er langt frá einasti bygningur til fólk við serligum tørvi, sum er í so ringum standi, at tað er ikki til at bjóða fólki.

 

Í sambandi við, at uppskotið um at umvæla Eirargarð, verður lagt fyri Løgtingið, vísir landsstýriskvinnan á, at Landsverk hevur kannað 71 bygningum hjá Almannaverkinum kring landið.

 

Av teimum 71 bygingunum, eru 24 bygningar í ógvuliga ringum standi og av teimum eru teir 22 bygningarnir í Suðurstreymoy.

 

Støðan er sostatt serliga ring í Suðurstreymoy, og nógvir bygningar eru illa egnaðir til endamálið, og summir teimum eru enntá slett ikki egnaðir.

 

– Umstøðurnar eru so vánaligar, at í summum førum eru teir beinleiðis óvirðiligir fyri búfólkini. Í summum bygningum er støðan so ring, at pláss enntá standa tóm hóast bíðilisti er, sigur Eyðgunn Samuelsen.