07 Vestur beyð leygardagin farvæl við bestu fótbóltsdeildina. Tað var longu undan ferðini til Fuglafirðar greitt, at tað næsta ár ikki verður sunnudagsfótbóltur, men í staðin leygardagsfótbóltur í Vágum.
Allir spurningar um bjarging og niðurflyting vóru svaraðir, og nú bíðaði bara, um tað fyri triðju ferð skuldi eydnast vágamonnum at vinna fulla úrtøku ímóti ÍF. Í 8. umfari vann 07 Vestur 2-1 í Fuglafirði, og í 13. umfari fór ÍF krøkt úr Sørvági. Ta ferðina vunnu vágamenn 1-0.
07 Vestur segði farvæl við manér, tí aftur hesa ferð eydnaðist tað at vinna fulla úrtøku ímóti ÍF.
Tað er synd at siga, at tað var so ógvuliga nógvur futtur í. Fyrra umfarið var sera soltið, hvat málmøguleikum viðvíkur, og hvørki Kristian Joensen, sum hesa ferð aftur hevði vunnið plássið millum stólparnar hjá 07 Vestur, ella Hallgrím Gregersen Hansen, sum hesa ferð hevði fingið kjansin í ÍF málinum, meðan Jákup Mikkelsen sat á beinkinum, høvdu nakað serligt at gera.
Eitt korter eftir hvíldina legði 07 Vestur seg á odda. Clayton Soares stýrdi við høvdinum bóltin í málið eftir hornasparksinnlegg, og harvið rakk vandamikli álopsspælarin málinum, sum hann undan kappingarbyrjan setti sær. Hann ætlaði at skora fimtan mál. Ímóti ÍF skoraði hann fyri fjúrtandu ferð í landskappingini, og í steypakappingini skoraði hann eina ferð.
At gestirnir løgdu seg framum bar við sær, at ÍF spenti álopsbogan. Fuglfirðingar høvdu møguleikar at javna, men tað var Dánjal Rói Olsen, sum økti um leiðsluna til 2-0.
So var alt avgjørt. Nenad Saric minkaði um munin tveir minuttir undan dystarenda, men tað broytti ikki upp á veruleikan, at í 2011 hevði 07 Vestur takið á ÍF. Hóast samlaða úrtøkan ikki rakk til at sleppa undan niðurflyting, so var úrtøkan ímóti ÍF níggju stig!