Jóannes Eidesgaard, fólkatingsmaður er ikki nøgdur við avgerðina hjá rættinum niðri á Reunion um at Sigmundur ikki fær pass sítt aftur enn.
? Eg haldi tað verða sera óvirðiligt av fransmonnum og fyri fronsku rættarskipanina, sigur hann.
Samstundis leggur hann dent á, at hann nú roknar við, at franska stjórnin fer at taka málið upp.
? Vit eru fleiri, sum hava sent uttanríkisráðharranum skriv og biðið hann reist málið fyri donsku stjórnini og tað hevur hann gjørt.
Í fyrsta umfarið var bíða eftir at málið kom fyri rættin í gjár, men nú mugu vit rokna við, at teir fara at stjórnin fer at taka málið upp.
? Hetta er ein sera keðilig støða. Eg haldi at fransmenn áttu at givið teimum passini aftur, so teir kundu sleppa heim.
Løgnar grundgevingar
Jóannes heldur grundgevingarnar hjá rættinum, um at Sigmundur fer av oynni og ikki kemur aftur, verða tunnar.
? Um teir eru bangnir fyri, at teir fara av oynni, so kundu teir bara fylgt uppskotinum hjá Skiparaø og Navigatørfelagnum.
Tað uppskotið gekk út uppá, at skipararnir deponerað pappírini á Reunion, og bert fingu tey aftur, um teir komu til Reunion aftur tá málið kom fyri aftur.
? Men myndugleikarnir har niðri vístu hesum uppskotinum frá sær. Teir meta passið sum einastu og bestu trygd.
Føroyingar eru ikki vanir við slíka viðgerð, sum borðreitt verður við á Reunion.
Tá skip verða tikin í føroyskum sjógvi, so ganga sjáldan meiri enn tveir ella tríggir dagar, so er skipið leyst aftur.
? Í hesum førinum hevur skipið ligið og skiparin sitið fangi í meiri enn fimm mánaðir, og tað er undir aalt lágmark, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hvussu leikur fer framyvir er sjálvandi ilt at siga nakað um, men Jóannes Eidesgaard sigur, at hann fer at fylgja málinum sera gjølla.
? Tað einasta vit kunnu gera í løtuni er, at syrgja fyri at franska stjórnin fer at taka málið upp, og at hon fer at syrgja fyri at menninir verða latnir leysir, sigur Jóannes Eidesgaard, fólkatingslimur
Landsstýrið fylgir
við málinum
Anfinn Kallsberg, løgmaður sigur, at hann er sera keddur av støðuni Sigmundur er í bæði hansara og familjunnar vegna.
? Men landsstýrið fylgir við gongdini í málinum. Vit hava sent uttanríkisráðharranum tvey brøv og tað er væl hugsandi, at vit fara at senda honum enn eitt bræv, sigur hann.
? Men vit mugu bíða, til vit hava fingið nágreinilig boð um hvør úrskurðurin er, og hvørjar grundgevingar rætturin á Reunion hevur fyri ikki at geva skiparunum báðum passini aftur sigur Anfinn Kallsberg.
Men hann leggur dent á, at landsstýrið framhaldandi fylgir við gongdini í málinum og roynir hvat tað kann fyri at fáa menninar leysar so skjótt sum tað á nakran hátt ber til.