Nærmasta familian má ofta taka um endan fyri at vera hjá sínum eldru. Veit um fólk, sum eru noydd til at biða sær orlov frá arbeiði, og onnur, sum fáa sjúkramelding fyri at vera hjá sínum eldru. Nógv verða niðurkoyrd, tí í nógvum førum er hetta eitt 24 tíma arbeiði. Slíkt gongur nógv útyvir lívskvalitetin hjá allari familiuni. Vit mugu og skulu tí hava virðiligari umstøður til okkara eldru.
Um dagarnar var ein nøgdsemiskanning løgd fram har sagt var, at tað økið, sum borgarin er minst nøgdur við, er júst eldraøkið. Tí er hetta mest átrokandi mál hjá býráðnum at fáa loyst beint nú. At skapa fleiri búpláss til tey eldru í kommununi.
Tað standa í løtuni skrásettir 373 umsøkjarar til búpláss í Tórshavnar Kommunu.
Nakað er gjørt á hesum øki, og hevur býráðið fingið fleiri búpláss til tey eldru. m.a. Vallalíð, Tjarnargarð og Oman Mattalág.
Eisini er skjøtul settur á at gera ellis-og røktarheim yviri við Strond. Tá 1. byggistig er liðugt kunnu tey fyrstu 24 búfólkini flyta inn. Tá alt ellis- og røktarheimið er liðugt, vera tað 24 eldraíbúðir, sum koma afturat. Har vera íbúðir bæði til støk og pør.
Trupulleikin hjá Tórshavnar Kommunu er, at landið í veruleikanum eigur ábyrgdina av øllum eldraøkinum. Tórshavnar Kommuna hevur spurt seg fyri hjá landsmynduleikunum, um at gerast royndarkommuna innan eldraøki, men svarið hevur verið noktandi. Mín meining er, at Tórshavnar Kommuna skal fáa alla ábyrgdina av eldraøkinum, og at peningur sjálvandi skal fylgja við frá landinum. So eri eg vís í, at Tórshavnar Kommuna fær bíðilistan til búpláss langt niður, og at borgararnir í kommununi fáa tey tilboð og ta hjálp, sum teir hava uppiborið.
Fái eg tín stuðul til Býráðsvalið tann 11. november, ert tú við til at betra um umstøðurnar hjá teimum eldru. Eg skal so gera mítt til at hetta mál verður loyst skjótt og væl.
X við lista C
Halla Samuelsen, býráðslimur,
valevni hjá Javnaðarflokkinum









